Bardagi á palli í Klaksvík

MáF skipar fyri skeiði í »stage-fight«

SJÓNLEIKUR
Tíðindi frá MáF

25.-27. apríl 2003 skipar MáF ? Meginfelag Áhugaleikara Føroya ?fyri skeiði í »bardaga á palli«, ella »stage-fight« norðuri í Klaksvík.
»Bardagi á palli« er kynstrið at skapa ímynd av bardaga á palli ella í filmi, sum byggir á bardaga-koreografi, strangar trygdarrutinur og samarbeiði.
Í mong ár hevur verið tosað um hetta skeið, sum stórur tørvur er á í okkara føroyska sjónleikaraheimi. Seinasta summar skipaði MáF fyri stórum útileiki á ólavsøku, har 100 fólk úr fleiri bygdum í Føroyum vóru við. Klaksvíkingar stóðu fyri bardaga-partinum.
? Vit hava hesaferð valt Klaksvíkina til skeiðið. Pláss er fyri 30 fólkum, og enn eru nøkur pláss eftir, sigur MÁF í tíðindaskrivi.
Skeiðið byrjar Flaggdagin kl 18 og endar sunnukvøldið 27. apríl kl. 18. Sostatt verður alt vikuskiftið brúkt til undirvísing. Gist verður á skúlaheiminum og undirvíst í fimleikarhøllunum.
Lærari verður Kristoffer Jørgensen, kampkoreografur, stuntmaður, leikstjóri og sjónleikari úr Tromsø, ið ferðast runt fyri at undirvísa í bæði fekting, bardaga uttan vápn, orientalskum bardagateknikki við og uttan vápn, og japanska bardagaforminum aikido.
Á ferðum sínum kring Evropu undirvísir Kristoffer eisini í stuntteknikki, sirkusteknikki og gøtusjónleiki.
Í Noregi arbeiðir hann somuleiðis við ungdómi við sosialum- ella lesitrupulleikum, ella sum hava trupult við at laga seg eftir umstøðunum.