Bárður Jákupsson 80

Lívsverkið hjá Bárði Jákupsson er marglitt og stórt og hevur risastóran týdning, sigur Kinna Poulsen, listaummælari, m.a. í heilsu til listamannin.

Í dag, tollaksmessudag fyllir ein kempa innan føroyska myndlist áttati. Tað er Bárður Jákupsson, hvørs avrik er so týdningarmikið, fjølbroytt og umfatandi, at tað illa letur seg reksa upp í eini føðingardagsgrein sum hesari, men lat okkum fyri fyrst gleðast um, at nýggir kapitlar framvegis verða skrivaðir í hesum stóra verki og at listamaðurin letur upp stóra serframsýning á øllum hæddum í Müllers Pakkhúsi í februar komandi ár, skrivar Kinna Poulsen m.a. á lsitaportal.com.

 

Og aðrstaðni í heilsu síni til listamannin sigur Kinna Poulsen:

 

Lívsverkið hjá Bárði Jákupsson er sostatt marglitt og stórt og hevur risastóran týdning eisini fyri samanhangin við føroysk samtíðarlistafólk í útlegd t.d. Rannvá Kunoy, ið hevði sína fyrstu serframsýning í Listasavni Føroya longu tá hon var 23 ára gomul. Bæði hon og Hansina Iversen hava fleiri ferðir borið fram inniliga tøkk fyri henda áhugan hjá Bárði og føroyska listaumhvørvinum.

 

Øll heilsanin hjá Kinni Poulsen til Bárð Jákupsson kann lesast á listaportal.com: Bárður Jákupsson 80 — Listaportal

 

 

 

Mynd: Steinprent