Barnaheimið gjørt fløgu

? Tað hevur verið eitt stórt upplivilsi hjá børnunum at gera eina fløgu. Tað er ikki fyrr enn nú, tá ið fløgan er komin út, at eg síggi, hvussu væl hetta hevur eydnast, sigur Ingi Hansen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum hjá børnum og ungum á Barnaheiminum at gera eina fløgu

»Mura« kallast fløgan, sum hevur ein heldur øðrvísi uppruna. Víst syngja og spæla nakrir av kendastu føroysku tónleikarunum á útgávuni, men fløgan er fyrst og fremst verkið hjá børnum og ungum á Barnaheiminum.
Tey hava í longri tíð arbeitt við útgávuni, sum nú er vorðin veruleiki.
? Børnini eru sera glað fyri hesa fløguna, og endamálið hevur eisini allatíðina verið, at tey skulu kenna útgávuna sum sítt verk, sigur Ingi Hansen, sum hevur lagt arbeiðið við fløguni til rættis.
Børnini og tey ungu á Barnaheiminum, sum hava verið við í arbeiðnum, eru í aldrinum frá 12 til 19 ár, og alt hetta seinasta árið hava tey brúkt fitt av tíð til útgávuna.
? Tey ungu sleppa at royna seg við ljóðførum og sangi, og eisini hava fleiri roynt seg við at skriva tekstir og løg saman við eitt nú starvsfólkunum á deildini. Hetta verður alt gjørt við tí endamáli at hava tað stuttligt, at menna tey ungu og teirra evni innan tónleik og at úttrykkja seg kensluliga eitt nú gjøgnum tónleik.
Byrjaði sum jólagáva
Hugskotið at gera hesa fløguna kom eftir jólini í fjør. Tá fingust tey eisini við tónleik, hóast tað ikki var so alment, sum tað nú er blivið.
? Fyri jól í fjør fóru vit í JakZac Studio fyri at spæla nakrar sangir inn. Ætlanin var ikki, at upptøkurnar skuldi brúkast til nakað, men tað ljóðaði væl, og tí vóru upptøkurnar brúktar sum jólagávur til familjuna hjá børnunum, sigur Ingi Hansen.
? Eftir jólini fingu vit so nógv orð um sangirnar, at hugskotið kom at geva eina fløgu út. Tað hava vit nú gjørt álvara av.
Allir sangirnir á nýggju útgávuni eru nýggir, og bara tveir teirra eru skrivaðir av øðrum fólkum enn teimum, sum hava tilknýti til Barnaheimið. Annars eru tað børn og starvsfólk á Barnaheiminum, sum hava skrivað sangirnar.
? Tekstirnir eru fjølbroyttir, alt frá at kalla fosturlandssangum til meira skemtiligar sangir. Eisini løgini eru fjølbroytt, tey eru bæði still og meira lívlig, sigur Ingi Hansen.
Góð hjálp frá
Tey á Barnaheiminum hava fingið góða hjálp frá royndum føroyskum tónleikarum, sum hava hjálpt teimum við innspælingunum.
Tónleikarar sum Niclas Johannesen, Jón McBirnie, Kim Hansen, Jens Marni Hansen og aðrir eru við til at spæla tónleikin á fløguni, og eisini kendir sangarar eru við ? eitt nú Eivør Pálsdóttir, Terji Rasmussen og Pætur við Keldu.
Men so eu tað eisini tey yngru og minni kendu nøvnini, sum saktans kunnu hava ein spennandi framtíð fyri sær sum tónleikarar.
Tað er ungdómsdeildin á Føroya Barnaheimi sum stendur fyri sjálvari útgávuni, og tey ætla eisini at nýta eitt møguligt avlop av søluni til tónleik.
? Um tað liggja nakrar krónur eftir, so fara vit at brúka tær til ungdómsdeildina á Barnaheiminum, møguliga kundu vit keypt okkum upptøkuútgerð, so vit kundu tikið meira tónleik upp, og kanska eisini gjørt útvarpssendingar, sigur Ingi Hansen.
Saman við kendum tónleikarum
Ingi Hansen sigur, at tað hevur verið sera spenanndi og gevandi at arbeitt við eini fløguútgávu, og børnini hava verið sera íðin.
? Tey eru eisini ómetaliga glað fyri útgávuna, og tað verður nógv tosað um hana. Eisini børn, sum eru farin heim til familjuna at búgva aftur, ringja her og fylgja við í øllum, sigur Ingi Hansen.
? Bara at vera í studio saman við kendum tónleikarum sum Kim Hansen og hinum var eitt stórt upplivilsi hjá teimum. Tað er ikki fyrr enn nú, tá ið fløgan er komin út, at eg síggi, hvussu væl hetta hevur eydnast.
Nýggja fløgan »Mura« fæst nú til keyps á bensinstøðunum og øðrum handlum kring landið