Barnajól í Margarinfabrikkini

Margarinfabrikkin í Havn fer leygardagin at hava fleiri ymisk mentanartiltøk.

Tiltøkini verða í Posthúskjallaranum, í Miðlahúsinum, í Margarinfabrikkini, í Perluni og í Smiðjuni í Lítluvík.

Øll tiltøkini verða millum klokkan 11 og 17.

Í Posthúskjallaranum fara børn at baka jólakøkur, og í Margarinfabrikkini fáa børnini høvi at gera bomm og jólapynt.

Grafiksur verkstaður verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Har kunnu børnini gera sítt egna prent. Oggi Lamhauge leggur lag á.

Børn úr Margarinfabrikkini fara at dansa Hip Hop í Perluni, og aftaná hava børn og ung jólakonsert til frama fyri “Í menniskjum góður tokki”.

Í Perluni verður allan dagin jólakafé, og peningurin fer óskerdur til sama átak.

Í Smiðjuni fer Janus á Húsagarði at læra børn at tekna.