Barnajól í Margarinfabrikkini leygardagin

Í dag kunnu børn og vaksin í øllum aldri leita sær oman í Tórsgøtu, har Margarinfabrikkin skipar fyri kreativa degnum Barnajól.

Margarinfabrikkin hevur opið hús frá 11:00 til 16:00 fyri børnum, ungum og vaksnum. Her ber til at royna seg í ymiskum handaligum, fáa sær ein drekkamunn, ella bara ganga runt og forvitnast.

 

Tað eru Margarinfabrikkin og Posthúskjallarin, sum eru karmar um verkstovurnar hendan dagin. 

 

Í verkstovunum ber til at baka, prenta, gera leir, bomm, jólaprýði, at verða prýdd og lurta eftir tónleiki.

 

Tiltakið er ókeypis og ikki er neyðugt at melda seg til verkstovurnar.

 

##med2##

 

Skrá: 

 

Jólabakaríið

Børnini baka jólakøkur

Posthúskjallarin

 

Prent

Børnini fáa høvi at gera sítt egna prent

Margarinfabrikkin

 

Jólabomm

Børnini fáa høvi at gera jólabomm

Margarinfabrikkin

 

Jólastjørnurnar

Børn og ung úr Margarinfabrikkini fara at framføra

Posthúskjallarin kl. 14.00

 

Leir

Børnini evna úr leiri

Margarinfabrikkin

 

Salong

Andlitsmáling til børn, jólaneglalakk og eisini kunnu børnini verða flættað og fáa sett hár

Posthúskjallarin

 

Jólaprýði

Børnini gera jólaprýði

Margarinfabrikkin

 

##med3##

 

Jól í miðbýnum

 

Sølusmátturnar í gongugøtuni hava opið alt vikuskiftið, og fært tú alt frá kakao og vaflum umframt ymiskar heimavirkaðar lutir. Sølusmátturnar hava opið fríggjadagin kl. 16.00-20.00, leygardagin kl. 12.00-20.00 og sunnudagin kl. 14.00-20-00. 

Fittu jólasmátturnar hava opið hvønn dag frá kl. 10.00 til 20.00.

 

Eisini er Føroya størsta jólagáva opin alt samdøgrið, og ber til at lata eina jólagávu til børn i Føroyum, ið liva undir trongum korum. Gávurnar kunnu leggjast í kistuna í jólagávuni hvønn dag frá kl. 10.00-17.30.