Fleiri enn 900 fólk hava latið lív í vatnflóð og skriðulopum bara í trimum landspørtum á oynni Sumatra í Indonesia.
Tað vísa dagførd tøl av deyðum frá vanlukkumyndugleikunum í landinum leygardagin.
410 fólk eru framvegis saknað.
Tað var aftur í november, at nógv regn elvdi til sera umfatandi flóðaldur í Suður- og Suðureysturasia.
Men talið av deyðum heldur fram at hækka. Í trimum londum, sum eru rakt av vatnflóð, var talið av deyðum 1.750 fríggjadagin.
Í Aceh Tamiang-økinum á landyrðingsstrondini á Sumatra máttu tey, sum yvirlivdu, ganga í yvir ein tíma leygardagin fyri at koma til ein neyðhjálparmiðstøð.
Á leiðini máttu tey berjast framvið spjaddum viðarbulum og koppaðum bilum, siga tey við tíðindastovuna Reuters.
Ritzau/Reuters










