- Barnakonur fáa betri umstøður

- Í næstu viku hava vit fýra íbúðir til taks, og tá átti tað ikki at komið fyri, at ein barnakona úr Suðuroy, ella úr Sandoy, ikki fekk eina íbúð fyri seg sjálvan og familjuna, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum

Brot úr samrøður í Sosialinum mikudagin. Sí myndir av kømrunum á Gestalon í blaðnum. 

 

- Í næstu viku hava vit fýra íbúðir til taks, og tá átti tað ikki at komið fyri, at ein barnakona úr Suðuroy, ella úr Sandoy, ikki fekk eina íbúð fyri seg sjálvan og familjuna, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum.

 

- Nú haldi eg, at umstøðurnar hjá barnakonum úr Suðuroy og úr Sandoy, eru nøktandi, tá ið tær koma á Landssjúkrahúsið at eiga. Tað sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum.

 

Nú føðideildin á Suðuroyr Sjúkrahúsið er stongd, fara barnakonur úr Suðuroy til Havnar at eiga á Landssjúkrahúsinum, á sama hátt, sum allar aðrar barnakonur í landinum.

 

Men í hesum sambandi fáa barnakonur úr Suðuroy, úr Sandoy, og úr øðrum oyggjum, sum ikki eru landfastar við Landssjúkrahúsið, tilboð um at gista í Gestalonini á Landssjúkrahúsinum.

 

Gestalonin er í einum bygningini hjá Landssjúkrahúsinum, á Eirargarði, einar 300-400 metrar frá sjálvari føðideildini. Mælt verður til, at barnakonur fara til Havnar eina viku áðrenn tær eru settar at eiga. Og vilja tær hava innivist í Gestalonini, er tað ljósmóðurin í Suðuroy, Sandoy, ella haðani barnakonurnar annars eru, sum skulu syrgja fyri at bíleggja pláss og at øll viðurskifti eru greið.

 

Barnakonur eru vælkomnar at hava familjuna við, tí pláss er bæði fyri maka og børnum. Tær skulu rinda 300 krónur í depositum fyri lykilin, men tað fáa tær aftur, tá ið lykilin verður latin inn aftur. Annars er gistingin ókeypis, men vilja maki og børn verða verandi í gestalonini eftir at barnið er føtt, rindar makin 200 krónur um dagin og børnini rinda 50 krónur um dagin fyri teir dagarnar.  

 

- Fýra íbúðir Í Gestalonini eru tvær íbúðir, eru nýliga gjørdar ístand, men nú um vikuskiftið, er ein høvuðsumvæld íbúð tøk afturat, og í næstu viku, verður aftur ein høvuðsumvæld íbúð tøk. Tá hava vit fýra nýumvældar íbúðir tøkar til barnakonur, og tá átti tað ikki at komið fyri, at ein barnakona ikki fekk eina íbúð at vera í fyri seg sjálva, ella saman við familjuni, sigur Johnny í Grótinum.

 

Íbúðurnar eru 55 fermetrar, og har er køkur, stova, wc, baðiverilsi og tvey kømur. Harumframt er ein vikuskiftissong tøk til børn um vikuskiftini. Har er alt inni, og tað er heldur ikki neyðugt at hava seingjarklæði ella handklæði við, men vaskimaskina og turkitrumla eru felags.

 

Johnny í Grótinum sigur, at tá ið tvær íbúðir vóru til taks, kom tað fyri onkra hendingaferð, at ein barnakona ikki fekk eina íbúð. Men tað átti ikki at komið fyri, nú tey hava fýra íbúðir og sum heild heldur hann, at nú eru umstøðurnar nøktandi. Men skuldi tað heilt óvæntaða kortini hent at allar íbúðirnar eru upptiknar, hava tey eisini kømur til taks til barnakonur.

 

Í Gestalonini eru trý tveymanskømur og 14 einmanskømur til taks, men er talan um eina familju, kunnu tey fáa fleiri kømur, so at tað ikki verður alt ov trongligt. Tveymanskømurini eru 22 fermetrar til støddar, og einmanskømurini eru 11 fermetrar, men tey hava so felags wc, baðiverilsi, køk og stovu. Annars ber til at keypa mat í matarhøllini hjá Landssjúkrahúsinum ella í matarhøllini niðri á sjálvum sjúkrahúsinum.

 

Og hava barnakonur nakað ivamál tá ið tær eru komnar til Havnar, eru tær vælkomnar at seta seg í samband við ljósmøður á Suðuroyar Sjúkrahúsið og á Landssjúkrahúsinum.