Tjóðveldi eigur nevniliga onki í hesum uppskoti. Tað var á vári í 2007, at semja varð gjørd í táverandi ABC-samgonguni um at lata einsamøllum uppihaldarum eitt eykaískoyti fyri hvørt barnið.
Undirritaði landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum fyrireikaði so eitt lógaruppskot, sum seinri kom á tingborð. Nevnliga løgtingsmál nr. 79/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar, lagt fram 02.11.2007.
Tað fall tó burtur ein góðan mánað seinni, eftir at nýval varð útskrivað.
Í vár tók eg hetta sama uppskot framaftur í CHE-samgonguni, og tóku flokkarnir sjálvsagt undir við, at hetta aftur varð lagt fyri løgtingið, sum einmælt samtykti tað. Tað var sjálvandi gleðiligt, at eisini Tjóðveldi tók undir við at fremja hetta uppskotið hjá undanfarnu ABC-samgonguni. Men at erpa sær av, at tað var Tjóðveldið, sum fekk hetta barnaískoytið ígjøgnum, tað er ikki í tráð við veruleikan.
Men soleiðis prýðir Tjóðveldi seg við læntum fjaðrum!