Barnatrúgvin

2. hvítusunnudag helt Jan Lindhardt, biskupur í Roskilde, gudstænastu í Vágs Kirkju. Hann fekk ikki innivist í Vesturkirkjuni í Havn, men hann metir ikki, at rákið sum er orsøk til slíka støðutakan, fer at fáa fótin fastan innan kirkjugátt

1000 ára haldið fyri kristnanini av Føroyum varð um vikuskiftið hildið við gudstænastum kring landið, har føroyskir prestar, Føroya bispur og danskir biskupar høvdu gudstænasturnar.

Sum miðlarnir farnu vikurnar hava gjørt burtur úr, so var tað ikki uttan hóvasták, at donsku biskuparnir vórðu bodnir hendaveg. Allir prestarnir vóru nevniliga ikki líka fegnir um vitjanina og at fáa biskuparnar í sínar kirkjur.

Í Vesturkirkjuni í Havn skuldi kendi danski biskupurin Jan Lindhardt halda gudstænastuna, men hetta varð av ongum og helt hann ístaðin gudstænastuna í Vági. Jan Lindhardt er ikki óroyndur í almennum kjaki og er kendur og høgt mettur fyrilestrahaldari.

Væl av fólki hevði leitað sær í kirkju í Vági at lurta eftir Jan Lindhardt. Vágsbygd hevur annars verið merkt av prestaloysi, síðani fyrst Heri Joensen fór í starv í Havn og seinni somuleiðis Elsa Funding.

Tað var tí forkunnugt og kærkomið hjá vágbingum at fáa Lindhardt til bygdina. Ein maður við orðinum í síni makt.

Lindhardt prædikaði um barnatrúnna og at halda fast við hana ella missa hana. Hann nýtti myndina, at trúgvin er eitt tilboð. Eins og kærleikin. Ein kann siga ja takk, ella verða gomul genta ella gamal drongur.


Keddur av støðuni

Jan Lindhardt sigur annars í viðmerking til íkomnu støðuna, nú hann prædikaði í Vági og ikki í Havn, at hann er keddur av støðuni. Hann leggur tó dent á, at tað eisini er spennandi og positivt at koma uppliva tað at koma til Vágs ístaðin.

Hann dylir tó ikki, at hann metir vera heldur óhepnan og keðiligan hátt at útinna kristindóm, sum gjørt verður av ávísium í Føroyum, og sipar hann til, at biskupar ikki fáa innivist í ávísum kirkjum. Hann leggur tó afturat, at fyribrygdi, sum hetta, eisini eru í Danmark.

Jan Lindhardt metir tó ikki, at áskoðanir av slíkum slag fara at fáa fótin fastan inna kirkjugátt og hjá meiniga kirkjufólkinum.

Seinni í vikuni prenta vit ætlandi prædikuna, sum Jan Lindhardt helt í Vágs Kirkju 2. hvítusunnudag..

Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.

Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.

-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.