? Ger so væl og kom innar. Vilt tú hava kaffi? Brúkar tú sukur ella mjólk útí?
Fá tær konfekt afturvið. Tú etur kanska ikki sovorðið?! Tú burdi heldur tosað við mammu! Hon veit so nógv og er hugnalig og áhugaverd at práta við...
Hon ordnar fyri. Spyr og svarar sjálv, og meðan eg heilsi upp á mammuna, Kallu, sum situr í køkinum og leggur kort, er hon eisini har við sínum viðmerkingum. Men tað er ikki mammuna, sum eg var komin at vitja, men stóra barnið í húsinum, sum eitur Sigrun.
Tey mongu familjubíløtuni á veggjunum bera boð um eina barnaríka familju.
Kortini búgva einans Sigrun og mamman í hvítu húsunum á Vágsheygnum í Klaksvík nú.
? Eg havi havt ein góðan og tryggan barndóm. Tá eg var smágenta, vóru vit mangan við foreldrunum úti í náttúruni, har vit lærdu nógv um fuglar og blómur. Eisini at vit skuldu brúka hendurnar. Tá var tað vanligt, at børnini lærdu at binda, seyma, hekla og annað handaligt.
Tað er kanska júst hetta, sum hevur eyðkent lívið hjá Sigrun. Í fólkaskúlanum hevur hon eisini undirvíst í handarbeiði, og í skótaarbeiði hevur hon altíð verið sera kreativ.
Seinastu tveir vetrarnar hevur hon gingið til træsmíð, og við einum stórum brosi á andlitinum sýnir hon fram nøkur prýðilig eggjabikør og ein djúpan tallerk, som hon sjálv hevur gjørt.
Gøtuseljari
? Vit hava nógv at takka fyri her í Føroyum. Men eg haldi, at vit tora ikki at vísa okkara gleði. Kanska eru vit eitt sindur bangin fyri hvørjum øðrum og at vísa okkara kenslur. Skilur tú hvat eg meini við?!
Og skuldi onkur verið í iva, so er livandi býarmyndin í Klaksvík ikki at taka feil av.
Hon er ikki bangin fyri at heilsa uppá fólk, sum ganga hinumegin vegin. Hon spyr mangan beint frá livrini. Og hon sæst og hoyrist bæði í Sparikassanum og á Posthúsinum. Hon tekur sær ikki tykni av, hvat fólk hugsa og siga. Heldur ikki tá ið hon stendur uttan fyri Keypssamtøkuna og selur ? til frama fyri missiónsarbeiði í Afrika ? heimagjørt stearinljós við nátúrliting og lukilsi.
? At standa á gøtuni og selja er bæði hugnaligt og stuttligt. Tú kemur í samband við nógv fólk og fært mangt gott prát eisini. Og nú eri eg góðkend sum gøtuseljari bæði av kommununi og politinum. Visti tú tað?
Børnini í Afrika
Nei, tað mundu tey fæstu vita. Men flestu norðoyingar kenna seg kortini heilt tryggar við, at tað sum Sigrun selur ella savnar inn, man fara til eitthvørt gott endamál. At vera nakað fyri onnur er ein týðandi partur í lívinum hjá barnsligu og spontanu kvinnuni, sum eins væl kundi verið nunna ella sjúkrasystir í Somalia.
? Tað er tann kristna lívsáskoðanum, sum heldur einum í gongd. Eg hugsi, at vit hava ábyrgd yvir fyri menniskjum bæði her heima og úti í tí stóru verðini. Og vit mugu ongantíð halda, at tað ikki ber til at hjálpa. Øll kunnu vit gera okkara besta ella royna at hjálpa eftir førimuni, sigur Sigrun, sum ásannar, at líkasælan millum menniskju er ein stórur trupulleiki í okkara samfelag.
? Tað ringasta av øllum er, um fólk halda, at alt er líkamikið. At lívið hjá øðrum menniskjum ikki viðurkemur okkum. Vit eiga at minnast til, at Guð lønir altíð tí góða við tí góða. Tey, sum geva, skulu ongantíð líða neyð. Tað stendur eisini skrivað í bíbliuni. Vit skulu tí eisini læra børnini, at tað er rætt at geva til onnur. Tann, sum mikið hevur, honum verður eisini nógv kravt av, sigur Sigrun Juul Samuelsen, sum í somu løtu eisini harmast um, at fólk í dag ikki geva sær stundir at hoyra Guðs orð.
Sjálv er Sigrun trúgvur kirkjugangari. Og hóast hon í gerningum fegin roynir at fylgja síni trúgv og tæna kirkjuni, so vil hon ikki, at hetta skal ljóða rættvísgjørd. Heldur hevur hon hug at skáka sær undan, tá ið hon verður spurd, hvør hevur notið gott av hennara orku og vilja at hjálpa.
Hetta at gleða og liva fyri onnur er ein nátúrligur partur av hennara verð. Sjálv hevur Sigrun ongan mann, men børn hava altíð fylt nógv bæði í huga og í gerð.
Barnavinur
? Eg fór sum ung til Danmarkar. Har tók eg læraraprógv og kom so upp í skótarnar í Roskildi. Tá eg kom heim til Føroya, royndi eg eitt sindur av hvørjum, og miðskeiðis í 60?num var eg á Barnaheiminum í Havn. Mær dámdi sera væl. Ikki minst tí at eg fekk møguleika at vera nakað fyri børnuni har á staðnum. Síðani havi eg verið nógv fólkaskúlalærari og KFUK-skóti í Klaksvík. So eg havi altíð arbeitt nógv við børnum. Tað hevur verið mítt lív. Men eg veit ikki. skalt tú skriva alt?! Fá tær meira kaffi. Vilt tú ikki hava okkurt afturvið!
Eitt er børnini sum Sigrun er komin at kenna gjøgnum sítt yrki og frítíðarvirksemi. Og øll hini sum búgva í menningarlondum í Afrika og aðrastaðni í heiminum, har neyð og krígsstøða er. Men so eru eisini tey, sum fráfarna lærarindan úr Klaksvík kennir persónliga, og sum hon sjálvandi eisini hevur í hjartanum.
? Jú, eg bindi, seymi ella hekli okkurt til børnini, sum eg eri ommusystir og abbasystir at. Men tað er mamma, sum minnist føðingardagarnar. Tað er hon, sum er computarin her í húsinum, grínur Sigrun og vísir fram modellið av eini sjáldsamari húgvu, sum børnini í familjuni fingu á jólum.
? Skal eg siga nakað um mínar eginleikar, so eri góð við børn og havi sera gott tol.
Børnini í dag krevja og fáa næstan alt. Men nøgdsemi er ikki tað sama, sum tá eg var lítil. Kortini haldi eg, at føroysk børn eru fitt og positiv. Tey eru bara meira forkelað?
Ein kann ikki bara fara úr hvítu hugnaligu húsunum á Vágsheygnum uttan at siga mammuni farvæl. Hon fregnast, um vit fingu nakað burtur úr prátinum. Spyr um nakað skil var í. Jú, eg skal ikki klaga. Sigrun er Sigrun. Hennara partur liggur vanliga ikki eftir. Og so var heldur ikki eftir hesaferð.