Barometrið peikar á Rúna

Enn er nakað av tíð eftir til FSF-aðalfundin, og enn er freistin at seta uppskot um formansevni ikki runnin, men nógv talar í løtuni fyri, at talan verður um eina útskifting á postinum

FSF-uppgerð

Hóast at kalla allir fjølmiðlar í gjár viðgjørdu spentu støðuna, sum hevur tikið seg upp í FSF, nú formansval veður á skránni til komandi aðalfundin, so tykist Dánjal Andreasen í løtuni taka alt rokið um formanssessin so hampuliga róligt.
Boðini frá Dánjali eru, at tað verður aðalfundurin ? og harvið feløgini ? sum gera av, hvør situr í sessinum eftir aðalfundin, men í verandi støðu tykist tað vera meira enn sannlíkt, at eitt skifti fer at henda.

Eysturoyggin verður avgerandi
Verður talan um stríðsval millum tveir kandidatar, so krevst ein meiriluti av teimum 22 atkvøðunum á aðalfundinum, og í løtuni bendir nógv á, at tann meirilutin ikki talar fyri Dánjali Andreasen.
Sjálvt hevur FSF so eina atkvøðu, og hendan tykist so eftir øllum at døma at fara til Rúna Heinesen. Rúni verður bakkaðu upp av Karl Vidtfeldt, Christiani Andreasen og Niklas á Líðarenda. Karl og Niklas kunnu meira ella minni roknast sum umboð hjá ávíkavist B71 og GÍ, og tí er lítið at ivast í, at teirra atkvøða fer til Rúna, eins og atkvøðan hjá KÍ ? ið jú stillaði Rúna upp til nevndina á sinni ? má roknast tann vegin.
Tá Christian Andreasen var í uppskoti til formann, vóru tað millum annað havnarfeløgini, sum stóðu aftan fyri hetta uppskotið, sum jú var beinleiðis mótvalevni til verandi formannin. Og tí er tað rættiliga sannlíkt, at atkvøðurnar úr Havnini fara til avbjóðaran úr Klaksvík.
Verður hetta so, so er talan longu um sjey atkvøður til Rúna, og hetta er so enntá áðrenn tungvektarin úr Eysturoynni er taldur við. Her hevur tað ofta verið so, at feløgini ganga saman í atkvøðugreiðslunum, og í løtuni eru ábendingar um, at ein stórur meiriluti her fer at vísa til Rúna Heinesen. Men tað skal ikki síggjast burtur frá, at Dánjal Andreasen sjálvur hevur sítt bakland í Eysturoynni, sum í hesum førinum tykist fáa avgerandi orðið at siga.
Hartil talat tað eisini fyri verandi formanninum, at hann í nevndini framvegis uppbakning frá Óla Holm og Jens Erik Magnussen. Hesir eru meira ella minni at rokna sum umboðini hjá Vágoynni og Suðuroynni í landafrøðiliga puslispælinum, sum eisini eyðkennir valini í FSF, og so er spurningurin, hvørt teir eisini megna at sannføra feløgini í sínum nærumhvørvi um, hvønn veg teirra atkvøða skal fara.
Megna teir hetta, so er eingin sum helst ivi um, at tað verður Eysturoyggin, sum fær avgerandi orðið at siga, soleiðis sum hon so ofta áður hevur havt tað. Og tí er heldur einki at ivast í, at lobby-arbéiðið fer at vera sera umfatandi á næststørstu oynni hesar komandi vikurnar fram til aðalfundin.

Nakrir dagar eftir
Spurningurin er so, hvørt Rúni Heinesen og Dánjal Andreasen verða einastu valevnini til formanssessin.
Tey 21 limafeløgini hava hvør í sínum lagi møguleikan at seta fram uppskot til formansevni, og er einasta treytin her, at uppskotið skal vera FSF í hendi innan hósdagin í næstu viku.
Hetta er ein møguleiki, sum feløgini hava nýtt fyrr, og eitt nú bendi alt á fyri tveimum árum síðani, at Christian Andreasen skuldi gerast nýggjur FSF-formaður, men tann ætlanin datt so niðurfyri, tá full semja ikki var millum feløgini um, hvussu nevndarbýti í aðrar mátar skuldi verða.
Enn hava vit her á blaðnum tó ikki fingið nakrar ábendingar um, at feløgini arbeiða við øðrum evnum til formanssessin, og tí er í løtuni líkt til, at tað verður stríðsval millum tvey valevni.