BARSILSLØN
Orðini hjá Heina O. Heinesen, formanni í løgtingsins vinnunevnd, í leygardagsblaðnum, um at uppskotið um nýggja barsilsskipan er illa úr hondum greitt av Vinnumálastýrinum, undra ikki sørt landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm. Heini O. Heinesen vildi vera við, at nógvar smærri og størri broytingar eru kravdar síðani uppskotið kom í vinnunevndina og at landsstýrismaðurin, sum sjálvur legði uppskotið fram, eigur meginpartin. Eisini dagfestingin, tá skipanin skal koma í gildi, er flutt eftir ynski frá landsstýrismannininum.
- Tað er ikki rætt, tá sagt verður, at uppskotið ikki er nóg væl úr hondum greitt. Vit skulu eisini hava í huga, at her verður velt burtur úr nýggjum. Broytingarnar, eg havi skotið upp, eru úrslit av tí arbeiði, sum verður gjørt í vinnumálastýrinum alla tíðina og eru bert av tekniskum slag. Vit hava ikki skotið nakra broyting upp í sjálvum innihaldinum. Eftir, at vit løgdu uppskotið fram eru vit komin eftir í samráð við Arbeiðsloysistryggingina, sum skal umsita skipanina, at vit kunnu gera innkrevjingarskipanina einfaldari og minni arbeiðskrevjandi. Tí hava vit skotið upp nakrar tekniskar broytingar, sigur Bjarni Djurholm.
Nógvar dagfestingar hava verið nevndar, tá barsilsskipanin skal koma í gildi, síðani uppskotið av fyrstan tíð varð nevnt. Í uppskotinum, sum varð lagt fyri tingið beint fyri jól síðsta ár, var 1. apríl nevnt.
- Vit mettu tað verða skilagott at fáa skipanina at galda frá tí degi, tí tá lækkar inngjaldið til ALS og samsvarandi inngjald skal í barsilsskipanina. Men telduteknisku fyrireikingarnar taka so mikið langa tíð, at vit ikki kunnu verða liðug til 1. apríl. Eykajáttan skal eisini til keyp av teldum. Tí hava vit valt at seta dagin, tá skipanin skal koma í gildi til 1. juni. Tá virkar skipanin, sum hon eigur.
Avleiddar broytingar
Tað eru nærum tríggir mánaðir síðani uppskotið um nýggja barsilsskipan galdandi fyri allar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum varð lagt fyri tingið. Fyrst í januar var fyrsta viðgerð av uppskotinum á tingi og málið varð beint í vinnunevndina, har tað hevur verið síðani. Vanliga brúka nevndirnar ein mánað til viðgerð.
- Av tí at uppskotið framvegis ikki er komið aftur úr vinnunevndini, vita tey, sum skulu gera skipanina, ikki, hvat hon førir við sær teldutekniskt. Ei heldur Arbeiðsloysisskipanin, sum skal umsita skipanina, sigur Bjarni Djurholm.
Vinnunevndin hevur eisini sjálv broytingar til upprunauppskotið, broytingar, sum sambært landsstýrismannin ikki gera uppskotið lættari at umsita.
Fyri at nýggja barsilsskipanin skal virka, skulu broytingar gerast í fleiri øðrum lógum, eitt nú í dagpeningalógini, sum landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum umsitur. Eisini skal p-talið brúkast og tí skulu broytingar gerast í skrásetingarlógini. Hesa umsitur landsstýrismaðurin í lógarmálum og hann hevur akkurát lagt uppskot um broytingar fyri tingið.