Bayern skal finna lykilin

Stórur spenningur er um Bayern Munchen megnar at finna lykilin at opna sterku verjuna hjá Atletico Madrid

Stórur spenningur er í Champions League kappingini hesa vikuna, har seinnu hálvfinalurnar vera spældar.

 

Longu í kvøld verður tann fyrra av teimum báðum seinnu hálvfinalunum spæld, og verður hon spæld á Allianz Arena í Munchen, har Bayern Munchen tekur ímóti Atletico Madrid.

 

Atletico Madrid vann fyri viku síðani 1-0 á heimavølli við máli frá Saul Niguez, sum gevur teimum eitt gott útgangsstøðið til dystin.

 

Stóri spurningurin undan dystinum er, um Bayern Munchen megnar at finna lykilin, sum kann opna verjuna hjá Atletico Madrid. Tað kláraðu teir ikki seinast tá liðini møttust, og tað kláraði eitt annað stórfelag, Barcelona, heldur ikki.

 

Teir báðir royndu leikararnir á liðnum hjá Bayern Munchen, Arjen Robben og Frank Ribery, vera helst ikki við á liðnum hjá Bayern Muncehn í kvøld.

 

Atletico Madrid má helst eisini vera tveir royndar leikarar fyri uttan. Tiago situr uttanfyri við skaða, meðan liðskiparin, Diego Godin, er ivasamur. Helst spælir hann, men hann spældi ikki fyri viku síðani.

 

Sjálvur dysturin byrjar nú klokkan 19:45.