Almenni bretski fjølmiðilin BBC skal spara umleið hálva fjórðu milliard krónur, samstundis sum bygnaðurin skal broytast.
Fyri nøkrum døgum síðani spáddu bretsk bløð, at BBC fór at siga umleið 6.000 fólkum úr starvi, men týsdagin kunngjørdi stjórin, Mark Thompson, at 2.900 medarbeiðarar missa arbeiðið tey næstu trý árini. Sum er starvast 28.000 fólk hjá BBC, sum er heimsins størsti fjølmiðlastovnur.
Høvuðsorsøkin til, at BBC noyðist er spara, er vandin fyri, at stovnurin fer at missa lurtara- og hyggjaragjaldið. Verandi avtala við stjórnina um gjaldið fer úr gildi í 2006, og tað fer at fáa álva5rssamar avleiðingar, verður hon ikki longd. Í fjør fekk BBC næstan 30 milliardir krónur í lurtara- og hyggjaragjaldi.