Kinna Poulsen
__________________
Áhugi fyri týdningum
Tú gerst alt fyri eitt varug við hansara serliga ans fyri orðum og teirra týdningum, eins og tað á øllum brøgdum sæst, at hann er meira enn nøgdur við at viðtalið er ætlað einum blaði við so margháttligum heiti sum SOSIAL-URIN. Víst hevur maðurin humoristiskan sans, men googlar tú hansara navn og “urin” koma ikki so fá úrslit, ið benda á, at listamaðurin í fleiri av sínum konseptuellu, ella hugskotsgrundaðu verkum sum t.d. “Æterlegeme” (1986) hevur brúkt land sum part av tilfarinum. “Æterlegeme” verður roknað sum eitt av høvuðsverkunum innan danska list og er í ogn hjá Statens Museum for Kunst, har tað nýliga var kjakevnið á evnisviku um samtíðarlist og trupulleikan við at halda list við líka, sum upprunaliga var ætlað at forfarast. Listamaðurin tykist blíður og prátingarsamur og tosar um Steffan Danielsen og kensluna av ómetaligum einsemi í myndum hansara, meðan undirritaða finglast heldur fjálturstungin við bandupptakaran, sum einki band er í. Og meðan Jan finnur eitt band, práta vit víðari, eg og listamaðurin, ið tykist hava eina ørgrynnu av orðum til taks og sum hugsar og tosar skjótt og nógv og sum ikki hevur fyri neyðini at verða settur í gongd við meira enn tí vandaleysa byrjanarspurninginum. Hann er væl lærdur og hevur umframt akademiútbúgvingina, eisini lisið bókmentafrøði og teknfrøði (semiotik). Tá hann verður skýrdur sum størsta flogvitið í sínum ættarliðið, ella sum danir siga “sin generations største æggehoved” verður altso ikki bert sipað til frísýruna hjá myndlistamanninum, yrkjaranum, kuratorinum v.m., Claus Carstensen, ið bert 36 ára gamal gjørdist professari á kunstakademinum í Keypmannahavn, har hann dvaldist árini 1993-2002. Henda kavahvíta seinnapartin seint í oktober er hann staddur í Grafiska Verkstaðnum í Gundadali í Havn, her tey bæði Jan Andersson og Fríða Brekku eru í ferð við at skipa tað seinasta av avrikinum í hesum arbeiðsumfarinum, nú bæði veggir og borð eru á tremur av steinprentum hjá Claus Carstensen, ið øll eru í háformati. Summi teirra eru plakatkend við litfagrari grund og greiðari, svartari átekning, meðan onnur tykjast meira klassiskt grafisk. Hesi sýnast um somu tíð bæði grovari og fínligari, vovin í svørtum, hvítum og einum sonnum ríkidømi av gráum tónum.
Deyðatilvit
Eg biði fyrst Claus Carstensen greiða frá hvat tað er, hann hevur gjørt á Grafiska Verkstaði Føroya: Ein øgilig framleiðslumegi hevur valdað teir níggju dagarnar, hann í hesum umfarinum hevur arbeitt her, greiðir hann frá og heldur fram: “Vit hava arbeitt frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi og fingið eitt sera gott arbeiðslag so at vit nú at enda hava heili tólv liðug prent við øllum uppløgunum liðugt prentaðum. Eg byrjaði við at gera nøkur irisprent, har tríggir litir vórðu prentaðir í senn. Hetta gongur skjótari enn tá ein litur verður prentaður í senn, tí á henda hátt er tað nóg mikið bert at hava tvey prentumfør; eitt við litum og so tað svarta. Tá so steinurin at enda stóð og bara skuldi vaskast reinur, gjørdi eg eitt fuck-up á steinin, har tú í grundini oyðileggur hann og síðan tekur eitt prent honum. Á henda hátt fært tú tvey sløg av prentum burtur úr tí eina steininum; eitt sum er koloristiskt og plakatkent og meira reint og vakurt og so eitt meira skitið og rátt avbrigdi.
Innihaldslig snúgva hesi prent seg um eina av Duino-elegiunum há Rainer Maria Rilke, ið m.a orðar tað soleiðis: “Mit allen Augen sieht die Kreatur / das Offene”. Tað snýr seg um munin millum deyðatilvitið hjá djórum og menniskjum, har djór við tað, at tey ikki verða hildin at hava tilvit um, at lívið er avmarkað, liva í einum opnari lendi enn menniskjað, sum altíð hevur hetta framman fyri sær, at lívið hevur ein enda. Ein avmarking, sum jú hevur ótrúliga stóran týdning fyri okkara lívsáskoðan og fyri alla okkara mentanarligu uppbýting av tíð og rúmi. Myndevnið av djórinum og menniskjanum havi eg brúkt áður í málningum og nú havi eg tikið tað við her. Sostatt er talan ikki um skitsur, men um eitt slag av eftirburði, ella avrunding av nøkrum, sum hevur verið”.
Verkini skuldu sodnast
Hvat er fagurfrøðiliga sjónarmiðið aftan fyri tílíkar myndir sum hesar? Tær sýnast í grundini rættiliga dekorativar við vøkrum litum og mynstrum..
“Jú, tað kanst tú gott siga, men samstundis er tað ein sannroynd, at mínar myndir eru øgiliga ringar at selja. Ein orsøk til tað er kanska, at hetta er eitt slag av jóturdýrs-estetikki, sum eg brúki og sum krevur, at verkini skulu meltast og sodnast nakrar ferðir, áðrenn tú fært eina fatan av innihaldinum. Fólk hava helst kenslu av, at tað er meira í teimum, enn tey beinleiðis síggja og skilja og tað er eisini rætt. Hetta er ikki klassisk minimalisma av tí slagnum: “what you see is what you get”, men næstan tað øvugta: “what you don´t get is what you see”. Litavalið er í grundini tilvildarligt. Í staðin fyri eitt litkort brúktu vit bøkurnar, har Jan hevur noterað litirnar, sum tey undanfarnu listafólkini, sum hava arbeitt á verkstaðnum, hava brúkt. Tað vil siga, at tann eina myndin t.d. er ein Hansina Iversen osfr. Hatta slagið av konstruktivari tilvild dámar mær at brúka”.
Tilgongdin í tínum verkum er hugskotsgrundað og verkini innihalda ofta figurativar staklutir við ymiskum tilsipingum, ið kunnu vera ævisøguligar, politiskar, mentanarligar osfr..
“Ja, eg royni at vera tilvitaður um, at liðirnir í sambandi við hvussu myndir mínar verða fataðar, eru fleiri. Tann eini liðurin er sjálvandi tann fortreytarleysi, har áskoðarin fyriheldur seg til litir, formar, skrift osfr. Hevur tú so ein tekst sum t.d. “vatn í beinunum, vatn í búkinum, vatn í høvdinum og kroppsakademi”, so nýtist áskoðarin ikki vita, at hetta stavar frá, tá góði vinur mín Torben Christensen hevði krabbamein og ikki slapp av við vatni í kroppinum og sum harvið var við at drukna í síni egnari kroppsvætu og at Torben altso eisini var akademiprofessari. Tað, sum er umráðandi er, at orðið kroppsakademi ikki var til fyrr enn eg fann upp á tað til høvið og at hetta orðið poetiserar restina av tekstinum, sum upprunalig er ein klinisk lýsing av eini sjúku”.
Tá Per Kirkeby var her, var hann nógv úti í náttúruni og teknaði. Hevur landslagið nakran myndevnisligan ella listarligan týdning fyri teg?
“Nei, yvirhøvur ikki. Hetta verkstaðið kundi tí viðvíkjandi ligið í Berlin, Köln, Keypmannahavn ella onkra heilt aðra staðni. Fyrimunurin við at vera lutfalsliga avbyrgdur her hjá Jan og Fríðu er, at mann ikki fer heim frá arbeiði klokkan fýra sum vanligt er aðrastaðni. Ofta hava vit arbeitt til seint í kvøldi og møðin úrslitar onkuntíð í áhugaverdum villum sum t.d. tá Jan av óvart kom til at vaska ein stein við tussj, sum ikki var heilt turr og sum blandaðist við vatnið og setti seg í steinin sum eitt gruggut lag, ið líkist sukurakvatintu. Hetta árinið er vanliga ikki lætt at fáa fram í steinprenti og vit hava brúkt tíð uppá at læra at stýra tí í sonevndum vátum asfaltsvaskingum, sum geva eina rúgvu av grátónum. Tað er eisini eitt serligt frælsi í, at tú ert so langt burtur frá tínum vanliga gerandisdegi og listapalli. Her snýr tað seg einans um teg og steinin: BEAT THE MATERIAL, sum tað stendur á tí eina av steinunum. Ein onnur orsøk til, at mær dámar væl at vera her, er at Jan altíð er við uppá at eksperimentera. Nógvir litografar eru annars rættiliga siðbundnir, teimum dámar best teir klassisku arbeiðshættirnir og halda, at tað gevur eitt frálíka kornut, lyriskt og málandi árin, tá ein litografiskur blýantur verður nýttur at tekna á steinin. Men tað er altso serliga alt tað, sum mann ikki eigur at gera, sum mær dámar og tað ger Jan eisini. Tá eg komi upp aftur í desember ætli eg mær at gera eitt stórt prent á einum pappíri, sum verður 100 x 140 cm og sum hervið sprongir rammuna hjá steinprentinum, har steinurin vanliga avger støddina. Jú vit hava gjørt nøkur stór lop tøkniliga sæð her á verkstaðnum.
Tey litaðu steinprentini síggja onkursvegna dynamisk út sum um tey øll eru komin flúgvandi úr eini pressu...
“Ja, vit hava valt at klippa tað ovasta og niðasta av myndumum og hetta hevur við sær, at tær næstan síggja út sum vóru tær sproytaðar út á sprittduplikatori. Tær litaðu myndirnar vóru ætlaðar at vera flashy og skjótar at lesa av í fyrsta umfari og síðan kann áskoðarin fara í holtur við at hugsa. Hinar eru meira grafiskar, har kanst tú njóta grátónarnar og teirra dýpd. Tað er fyrstu ferð eg havi verið uppi at vent í teimum gráu tónunum, men eg haldi tað er feitt, at tað eru tey somu myndevnini, ið vera brúkt í teimum ymsu myndunum, við sera ymiskum úrsliti.
Listasavnið - ein gøla
Men fyri at venda aftur til landslagslistina, so er einki av tí í mínum myndum. Landslagslistin er, eisini í sínum mest lýriska avbrigdi sum í myndunum hjá Per Kirkeby, mimetisk og tað er mín list ikki. Fyri mær er tað ikki so stórur munur á listafólkum sum Mikines, Zachariasi Heinesen til Ingálv av Reyni og Tróndur Patursson, ið allir taka støði í einum upplivaðum landslagi. Tað sama sæst í grundini eisini á teirri stóru Kirkeby framsýningini á Louisiana, at talan er um abstraktiónir, sum hava støði í eini landslagslesing. Landsløg eru fyri meg bert rúm, har menniskju kunnu hava eitt slag av samspæli, ella sum ein írskur filmsleikstjóri segði einaferð; Landsløg eru fjarstøður millum menniskju, sum skulu afturumleggjast.”
Føroysk list er fyri tað mesta mimetisk...?
“Tað er donsk list kanska eisini. Í øllum førum, skulu vit døma eftir áðurnevndu framsýning á Louisiana, sum jú postulerar, at Kirkeby fyrst og fremst er málari. Hann hevur í grundini eisini gjørt t.d. sera sterkar, konseptuellar standmyndir. Men jú, tað nógva av føroysku listini heldur seg innan fyri eina modernistiska, norðurlendska siðvenju av abstraktari landslagslist og tað er helst ikki lætt at halda uppat, tá eftirspurningurin eftir tílíkari landslagslist er so stórur sum hann er. Tykkara listasavn er jú ov lítið í mun til tey mongu føroysku listafólkini. Ótrúligt at hava so nógv listafólk í einum so lítlum landi sum Føroyar. Á listasavnsøkinum hava vit í Danmark tó flutt okkum heilt nógv í mun til støðuna her uppi. Tí fyri 30-40 árum síðani kundi tú væl sita sum leiðari fyri eitt listasavn uttan fakliga útbúgving, meðan hetta er at kalla ógjørligt í dag. Tað er einki minni enn ein gøla, at leiðarin av tjóðarlistasavni tykkara ikki hevur tílíka útbúgving. List er ikki sum tað var í gomlum døgum, eitt kall, men ein ídnaður, eitt yrki og eitt mál, sum skal lærast júst eins og onnur mál. Fyri at koyra eitt listasavn í dag, er neyðugt við listfakligari útbúgving, sum tryggjar eitt objektivt listfaklig kjak og sum eisini kann veita vissu fyri, at avgerðir ikki verða ávirkaðar av átrúnaðarligum, politiskum, tjóðskaparligum ella av nøkrum øðrum áhugum.”
Hvat heldur tú skal til fyri at føroysk list kann menna seg og at føroysk listafólk kunnu vinna altjóða listakappingar sum t.d. Carnegie Art Award?
“Í fyrstu syftu eiga tey at vera svensk, tí tveir triðingar av listafólkunum, sum hava vunnið hasa heiðurslønina eru sviar, eins og Carnegie bankin, ið fíggjar heiðurslønina, eisini er svenskur. Carnegie Art Award er als ikki uttanveltað, men partísk. Men álvaratos, so skilji eg væl áhugan fyri landslagnum her uppi, tí tað er alla staðni og tekur teg á bóli, bara tú fert útum. Eg havi upplivað bláan himmal, dupultar ælabogar, hegling, kavaódn og nú er spurningurin hvørt eg sleppi avstað í morgin, so nei, tað er ikki lætt at sleppa undan landslagnum her uppi. Til tess at menna føroysku listina er neyðugt, at tit lata upp fyri menningini, fyri konseptlistini og øllum hinum í staðin fyri at tvíhalda um ta føroysku siðvenjuna og í hesi menningargongdini er útbúgving sjálvandi alneyðug fortreyt. Eg haldi eisini, at ein málari sum Mikines kanska er sloppin at spæla ein ov stóran leiklut í føroyskari list. Hansara myndir standa í grundini ikki mát við hvussu stórur hann verður hildin at vera og so slett ikki grindadráps- og dansimyndirnar, ið hava okkurt tjóðminnafrøðiligt yvir sær. Annars boðar listarliga úttrykkið hjá Tóroddi Poulsen eisini heilt greitt frá onkrum nýggjum. Mær dámar sera væl eina mynd sum “Birgitte 23 ár og grindamaðurin 53 og hini” hjá Tóroddi. Hansara list er meira hugskotsgrundað og hann er sera tilvitaður um tað, hann nevnir føroyakitsch og hvør veit um hann, ella Rannvá Kunoy og tey yngru listafólkini fara at birta í konseptlistina her á landi. Alt kann henda; Ísland hevur Bjørk og tað kann væl vera, at eisini tit hava ein tílíkan kapasitet.”
Og meðan hon, sum hetta viðtal skrivar, roynir at sodna ta óvæntaðu, men áhugaverdu viðmerkingina um Mikines, støkkir ein føroyskur listamaður inn á gólvið og borðreitt verður við kaffi og rómakøkum, sum vit eta við góðan hug meðan prátið heldur áfram sum tað plagar í Grafiska Verkstaði Føroya um lívið og listina og um veðrið og kjøtið.
Myndirnar hjá Claus Carstensen verða at síggja saman við myndum hjá Tóroddi Poulsen á framsýning í Norðurlandahúsinum 8.des.