Enski fótbóltsúrmælingurin, David Beckham, hevur rættiliga tikið amerikansku áskoðararnar til sín, sjálvt um hann ikki heuvr spælt nógv vegna skaðar.
Í gjár var nýggja felag hansara, LA Galaxy, í dysti ímóti DC United, og Beckham var ímillum teir fyrstu 11 hjá LA Galaxy.
Og tað var júst sterki miðvallarin úr Onglandi, sum setti gongd á málskjótingina. Um miðjan fyrra hálvleik fekk Galaxy fríspark nakað uttan fyri brotsteigin, og David Beckham sendi hetta beinleiðis í málið til 1-0 leiðslu.
Stutt eftir steðgin var tað sami Beckham, sum var akitekturin aftan fyri næstan málið, tá hann við einari góðari sending gpældi Landon Donovan púra leysan. Hesin sveik ikki álitið og skoraði til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Beckham, sum bert hevði spælt 37 minuttir fyri felagið undan dystinum, fór av vøllinum í 63. minutti við einum lítlum skaða.