Tá ið menn frá Tórshavnar Skipasmiðju mánadagin vóru í ferð við at fáa Mýling upp á beding at hyggja at skaðanum, sum skipið hevði fingið, eftir at grønlendski trolarin Salleq hevði rent á tað, hendi eitt óhapp, sum tíbetur spældi væl av.
Ikki hent áður
Tá ið veirurin slitnaði, fór bedingsvognurin við Mýlingi á bláman, og bedingsmeistarni noyddist at leypa á sjógv.
Tíbetur var vognurin ikki komin so langt niðan, og Mýlingur var ikki leysur úr sjónum, tá ið veirurin slitnaði.
Stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju, Gunnar Mohr, ið vit tosaðu við týsmorgunin, sigur, at tað er ongantíð áður komið fyri, at veirurin á bedingsvogninum er slitnaður.
- Vit arbeiða í løtuni við at fáa bedingsvognin í gongd aftur, og í løtuni eru froskmenn í holt við at skifta veirin, greiðir Gunnar Mohr frá.
Hann dugir tó ikki at siga, nær tað fer at bera til at fáa Mýling upp á turt aftur, men tað verður neyvan fyrr enn seint týsdagin, at vognurin fæst at virka aftur.
Spurdur um skaðan, ið Mýlingur hevur fingið, sigur Gunnar Mohr, at tað ber ikki til at meta um skaðan enn, tí skipið ikki er komið upp á turt.