BeeGees stjørna kannað av FBI

Tað er fyri stuttum komið fram, at FBI fyri mongum árum síðani kannaðu eina sak um deyðshóttanir frá Robin Gibb, sála.

BeeGees sangarin hótti sakførarar hjá fyrstu konu hansara, Molly Hullis, eftir lívinum.

Hann segði við teir, at hann hevði leigað ein drápsmann til at taka lívið av teimum, og tí fóru teir til FBI, skrivar EB.dk umvegis contactmusic.com.

Sambært skjølunum skuldi Robin Gibb hava sent hóttanirnar frá sínum heimi í Miami. Í telegramminum til sakførararnar stóð:

- Hvat hava tit gjørt, eri á markinum. Eg havi gjørt ein sáttmála. Nú er bert spurningur um tíð.

Sakførara felagið meldaði Gibb til FBI eftir at fleiri deyðshóttanir vóru komnar.

Sakin varð slept í mars í 1981, tí konan Molly og sakførararnir kortini ikki ynsktu at melda hann.