Beinir á konsertferð við donskum bólki

Ungi sangarin skal hita upp fyri bólkin Jonah Blacksmith

Tá danski bólkurin Jonah Blacksmith fer á konsertferð í mars mánaði, verður tað føroyski Beinir Troest Rasmussen, sum hitar upp. Konsertferðin verður á spælistøðum kring alt Danmark.

 

Ungi føroyski sangarin gav í 2021 út ep-útgávuna “World Out There”, ið hevur verið nógv at hoyrt bæði í føroyskum og donskum útvarpi. Beinir, ið er fluttur til Danmarkar, hevur undanfarna árið spælt fleiri konsertir runt í Danmark, millum annað hevur hann hitað upp á konsertferð hjá donsku songkvinnuni Dopha.

 

– Hetta gevur mær møguleikan at koma út at spæla fyri fólki kring Danmark, ið kunnu gerast mínir framtíðar fjepparar. Hetta er upplagt, tá ið eg komi at geva meira tónleik út í næstum, sigur Beinir.

 

Bólkurin Jonah Blacksmith var upprunaliga stovnaður í 2011. Tónleikastílurin hjá bólkinum verður lýstur sum modernaður fólkapoppur. Sangir hjá Jonah Blacksmith hava verið nógv at hoyra á donskum útvarpsrásum, og teir hava vunnið fleiri virðislønir innanfyri hendan tónleikastílin í Danmark. Fyrsta útgávan hjá bólkinum kom út í 2015, og í løtuni eru teir aktuellir við staklagnum “House on Fire”.

 

Konsertferðin verður frá 3. mars til 30. mars. Konsertir vera á 13 ymiskum spælistøðum í Danmark, millum annað í Keypmannahavn, Aarhus, Svendborg og Kolding.