15. umfar í landskappingini 2018 er í dag. Dystirnir eru AB-B36, Skála-NSÍ, 07 Vestur-Víkingur og EB/Streymur-KÍ.. In.fo fylgir gongdini í øllum dystinum í Livescore skipanini. Fimti dysturin verður í morgin á jóansøku, tá Suðringar taka móti HB.
Beinleiðs tekstfrásøgn frá Bertri deildini – Trýst HER
Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum.
Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches)
FM1 á staðnum
FM1 sigur frá tveimum dystum í dag. Á Argjum millum AB og B36, og á Eiði millum EB/Streym og KÍ. Somuleiðis sigur FM1 frá jóansøkudystinum í morgin millum Suðringar og HB.
Les eisini: Rás2 skift navn til FM1
Her á in.fo koma samanumtøkur, samrøður og myndir frá dystunum í dag.
Stroyming:
Stroymt verður frá dystinum millum EB/Streym og KÍ. Tað kostar 39 krónur.
EB/Streymur-KÍ: Fyri at síggja stroymingina ”Trýst HER”
15. umfar:
Fríggjadagin 21. juni:
AB – B36 (18.00) Beinleiðis á FM1
Skála – NSÍ (18.00)
07 Vestur – Víkingur (18.00)
EB/Streymur – KÍ (19.00) Beinleiðis á FM1
Leygardagin 22. juni:
Suðringar – HB (18.30) Beinleiðis á FM1