Beinleiðis hondbóltur: Serbia – Føroyar

Føroyska kvinnulandsliðið spælir fyrsta dystin í EM-undankappingini í dag

Í dag klokkan 17 spælir føroyska A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti fyrsta dystin í EM-undankappingini. Talan er um drúgva mótstøðu, tí Serbia er millum bestu hondbóltstjóðirnar hjá kvinnum.

 

Dysturin sæst við at trýsta HER

(Heimasíðan hjá evropesiska hondbóltssambandinum)

 

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at kvinnulandsliðið er við í EM-undankapping, og luttekur í so stórari altjóða kapping.  Tað vóru helst fá, ið væntaðu, at kvinnulandsliðið fór at spæla seg í EM-undankappingina í ár, men tær gjørdu bart við at vinna á bæði Grikkalandi og Finnlandi í Aten fyrr í ár. Nú stendur ein størri avbjóðing fyri framman. Føroyar eru í bólki við Serbia, Svøríki og Makedonia, ið allar eru sterkar hondbóltstjóðir.

 

Málverjar:

Viviann Petersen, Selfoss

Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin

 

Útispælarar:

Bjarta Johansen, Kyndil

Bára K. Hansen, Kyndil

Marjun Danberg, Neistin

Ninna Johansen, Aalbor HK

Pernille Branderburg, GOG

Siw Matras, TMS Ringsted

Tóra Eliasen, Stjørnan

Turið Arge, Kyndil

Anja Eliasen, Kyndil

Kristianna H. Joensen

Daniella Joensen, Neistin

Agnas Olsen, VÍF

Brynja Høj, Neistin

Anna Brimnes, Rødovre

 

Venjarar:

Scott Harrington

Sophus Dal Christiansen