Beinleiðis sambandið við meginlandið

Í næstum fer Eimskip undir eina nýggja siglingarætlan, sum hevur við sær enn betri flutningsmøguleikar fyri føroyskar inn- og útflytarar.

Við tveimum nýggjum skipum er Eimskip nú farið undir eina nýggja siglingarætlan. Tey nýggju skipini, sum keypt eru til endamálið, eita Goðafoss og Dettifoss. Hesi skipini eru bæði størri og betri enn tey gomlu.

Fyrimunurin við tí nýggju siglingarætlanini er, at viðskiftafólkini hjá Eimskip kunnu vænta sær, at flutningstíðin styttist úr flest øllum havnum. Nú gerst tað enn lættari at flyta vøru heim úr til dømis Svøríki, Norra, Hamburg og Rotterdam.

Eimskip siglir á týdningarmiklar havnir í Evropa og Eimskip fer á Vørumessuni um vikuskiftið at greiða viðskiftafólki frá flutningsmøguleikunum úr hesum havnum. Dentur verður lagdur á at velja stytstu og tryggastu leið - at heinta vøruna beinleiðis úr framleiðaralandinum. Siglt verður Tórshavn - Rotterdam -Hamborg - Keypmannahavn - Århus - Gøteborg - Fredrikstad - Tórshavn.

Til ber at bíleggja vørur úr øllum heiminum, sum síðani verða førdar til eina av hesum havnum og sigldar til Føroyar. Eisini er samband við tær stóru havnirnar á eysturstrondini í USA umvegis Reykjavík.

Tað er henda nýggja siglingarætlan, sum verður sýnd fram og seld á vørumessuni.