Klokkan 15.00 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti sín seinasta dyst í hesi undankappingini. Mótstøðuliðið er Svøriki, ið telist millum fremstu tjóðirnar í kvinnuhondbólti.
Beinleiðis tekstafrásøgn kann lesast her niðanfyri:
32-13 Dysturin er av!
59 min 32-13
Sviar seta punktum. Fimm sekund eru eftir
59 min 31-13
Heidi Maria Akselsen skorar væl av høgra vongi
58 min 31-12
Vit taka time-out. Hálvurannar minuttur er eftir. Vit ætla at fáa eitt mál afturat.
57 min 31-12
Agnas Olsen skorar við snarálopi. Vit fáa nakrar bjargingar frá Ragnhild á Heygum nú
55 min 31-11
Nú skrædnar aftur, og sviar renna okkum niður
53 min 29-11
vit gera brotskast
53 min 28-11
Durita eydnast við langskoti
52 min 28-10
Sviar skora og vit fáa enn eina útvísing. Nú er gongdin eitt sindur verri aftur
50 min 27-10
48 min 26-10
Sviar skora og vit fáa eina útvísing
48 min 25-10
Og nú eydnast Marianna við renniskotið uttanifrá. Flott
46 min 25-9
Marianna fintar seg enn einaferð ígjøgnum. Hon hevur verið ljóspunktið í føroyska álopinum. Hon hevur fingið fimm mál eisini.
45 min 25-8
43 min 24-8
Pernille Brandenburg fær eina bíliga útvísing. Sviar spæla ígjøgnum í yvirtali
41 min 23-8
Viviann spælir eisini á høgum støði og bjargar aftur
41 min 23-8
Svenski málverjin bjargar av vinstra vongi. Hon hevur bjargað 65% av royndunum.
40 min 23-8
Viviann stórbjargar, men fær einki gjørt við returin
39 min 22-8
Súna K. Hansen verður víst av vølli í tveir minuttir
38 min 22-8
Turið Arge avgreiðir eitt gott álop. Vit eru betri við í álopinum nú.
37 min 21-7
Siw Matras brýtur ígjøgnum og fær brotskast. Maria H. Weyhe avgreiðir trygt.
37 min 21-6
35 min 20-6
Viviann stórbjargar, men vit gera tekniska villu í mótálopinum
34 min 20-6
Marianna kemur aftur ígjøgnum, men verður snýtt fyri brotskast og útvísing. Vit fáa einki frá dómarunum.
33 min 20-6
33 min 19-6
Turið Arge fangar bóltin og sendir Marionnu Eystberg leysa.
32 min 19-5
31 min 18-5
Bjarta Johansen stríðir seg til eitt mál av strikuni - góð byrjan, men Sviar svara enn einaferð aftur
30 min
Leikarirnir gera seg til reiðar at fara undir seinnu hálvu. Helst hava tær nýtt steðgin at lyfta høvdini
Hálvleikur 17-4
Ikki ein góð hálva frá føroyingunum. Eftir eitt fínt verjuavrik fyrsta korterið, seta sviar leikferðina upp og renna okkum um koll. Tað er heldur ikki stuttligt at renna heim, tá ið tað ferð eftir ferð miseydnast í álopinum.
Føroysku gentirnar stríðast tó, men tær tykjast eisini at hanga eitt sindur longur við høvdinum so hvørt sum sviar økja. Tað er væl skilligt. Vónandi eydnast annar hálvleikur betri.
29 min 17-4
Vit missa bóltin sviar skora í tómt mál.
29 min 16-4
Sviar skora við langskoti. Bjarta Johansen trekkir útvísing í mótálopinum.
28 min 15-4
Vit brenna eftir toli álop. Svøriki tekur time-out. Hálvur annar minuttur restar í av hálvleikinum.
27 min 15-4
Marianna, ið brendi brotskasti, ger skaðan góðan við framúr snarálopið. Sera væl kastað av Viviann í málinum.
26 min 15-3
Men nú fáa vit brotskast eftir eitt gott gjøgnumbrot. Men vit brenna tíverri. Óheppi óheppi
25 min 15-3
Sviar skora brotskast. Dómararnir eru sanniliga ikki blíðir við okkum heldur.
24 min 14-3
Durita Cristophersen Jojic við framúr langskotið
22 min 14-2
Sviar fáa brotskast og vit fáa eina útvísing. Svenski málverjin bjargar stutt eftir.
21 min 13-2
Marianna kemur aftur ígjøgnum, men sviar svara skjótt aftur
20 min 12-1
Føroyingarnir stríðast, men til fánýtis. Hetta sær ikki gott út, og leikararnir skulu ansa eftir at tær ikki missa høvdið
18 min 11-1
Vit koma til møguleikar, men svenski málverjin tekur alt. Viviann hevur eisini onkra flotta bjarging
16 min 10-1
Sviar renna okkum niður nú, og vit fáa eisini eina útvísing móti okkum. Tað er sera trupult í løtuni
14 min 8-1
Marianna G. Eystberg fintar seg ígjøgnum og fær fyrsta føroyska málið. Sviar svara aftur alt fyri eitt
14 min 7-0
Vit fáa framvegis ikki bóltin í málið - tað verður revsað
13 min 6-0
Eftir at Svøriki økir av vonginum taka Føroyar time-out. Venjarin sigur at verjan er góð, men leggur nýggjar ætlanir í álopinum, har tað er sera trupult.
10 min 5-0
Tekniskir trupulleikar hava forðað fyri frásøgnini higartil. Støðan er 5-0 til Svøriki eftir 10 minuttir. Føroyar hava havt tað trupult í álopinum, men hava runnið væl aftur og hildi muninum niðri á fimm málum. Viviann Petersen hevur havt fleiri góðar bjargingar