Beinleiðis: Trivaligur føroyskur sigur

Beinleiðis tekstfrásøgn frá HM-undankappingardystinum hjá føroyska U21-landsliðnum ímóti Ísrael

60: Liðugt! Torkil Hentze kemur inn á fyrsta sinni og skorar til 31-24. At enda vinna Føroyar 31-25, og nú eru Føroyar einsamalt oddalið í undankappingarbólkinum!

 

58: Ísrael hevði møguleikan at minka munin niður í trý mál, men fríur ísraeli skjýtur omanfyri. Ístaðin skora Sjúrður Olsen og Áki Egilsnes til 30-24. Nú er dysturin avgjørdur!

 

56: Allar súður eru kortini ikki syftar enn. Ísraelar eru blivnir fullmannaðir og hava minkað um munin til 28-24.

 

54: Nú tykist dysturin avgjørdur. Ísrael fær tveir minuttir útvísing og í sama álopi skorar Sjúrður Olsen sítt mál nummar tvey til 27-21.

 

51: Niklas Simonsen verður skiftur inn í málið til brotskast, og hann takkar fyri álitið við at bjarga. Føroyar eru nú á odda 25-21. Helgi Hoydal hevði møguleikan at økja, men ísraelski málverjin bjargaði meistarliga.

 

48: Seinastu løtuna hevur spælið hjá føroyska liðnum verið rættiliga óskipað í álopinum. Ísrael hevur minkað til 24-21, og nú valdi Kári Nielsen at taka time-out.

 

46: Føroyar spæla nú við sjey útileikarum og ongum málmanni í álopinum. Tvær ferðir fanga ísraelar bóltin í verjuni og royna at kasta bóltin í tóma málið, men hvørgan av ferðunum raka teir málið. Við brotskasti hevur Jónas Djurhuus nú lagt Føroyar á odda 24-20.

 

42: Nú eru tað ísraelar, sum í størri mun gera tær teknisku villurnar. Tvær ferðir á rað hevur ísraelska strikan gjørt yvirtraðk. Føroyar eru nú á odda 22-19 við málum frá Pæturi Thomsen og Hilmari Leon Jakobsen.

 

38: Ísrael leggur seg eisini á odda 19-18, men Helgi Hoydal og Kjartan Johansen svara aftur fyri Føroyar og leggja okkum á odda 20-19.

 

34: Teis Horn Rasmussen fær tveir minuttir fyri ein alboga, sum endar í andlitinum á mótstøðumanni. Ísrael gagnnýtir skjótt yvirtalsstøðuna og leggur seg á odda 18-17. Føroyingar hava longu gjørt tvær óneyðugar villur í álopsstøðu.

 

31: Dysturin er bríkslaður í gongd aftur.

 

30: Hørður Trygvason er komin inn og hevur havt tvær góðar bjargingar. Seinastu løtuna hava føroyingar megnað at vent leiðsluna hjá Ísrael til føroyska leiðslu. Pætur Thomsen skoraði enn einaferð, og føroyingar eru farnir til hálvleiks við oddastøðuni 17-16. Sum heild hevur Ísrael skorað nógv mál upp á snarálop, men seinastu løtuna lá betur fyri hjá føroyingunum at forða hesum við góðum verjuspæli.

 

28: Føroyska liðið er nú komið á javnt við máli frá innskifta høgra vonginum, Pæturi Thomsen. Ísrael tekur time-out. 16-16.

 

26: Rói Berg Hansen brennir fríleypara, men ger skaðan góðan aftur við at skora upp á brotskast stutt seinni. Føroyar hava skift út í málinum, har 17 ára gamli Hørður Trygvason er komin inn fyri Niklas Simonsen. Støðan er nú 16-14 til Ísrael.

 

23: Framvegis gera føroyingar ov nógvar feilir í álopsstøðu. 13-11 til Ísrael.

 

20: Hjá Ísrael er tað serliga spælstýrarin, Eden Gingihashvili, sum gongur undan. Hann hevur skorað fimm av málunum hjá Ísrael. Summi av føroysku skotunum eru ov óneyv, og Ísrael er framvegis við yvirlutan. Støðan er nú 12-10 til Ísrael. Føroyski venjarin, Kári Nielsen, avger at taka time-out.

 

16: Rói Berg Hansen hevur skorað seinastu trý málini hjá Føroyum og komu føroyingar á javnt, 9-9. Ísrael leggur seg tó aftur á odda 10-9.

 

14: Kjartan Johansen hevur fingið fyrstu føroysku útvísingina á tveir minuttir. Niklas Simonsen hevur eisini havt sína fyrstu bjarging, men framvegis er Ísrael við yvirlutan og er á odda 8-7. Ferðmikil dystur við nógvum málum.

 

10: Í verjustøðu fara Jónas Djurhuus og Hilmar Leon Jakobsen út fyri Teis Horn og Brand Halgirsson. Støðan er nú 6-5 til Ísrael. Tað gongur skjótt báðar vegir.

 

07: Fríði Weyhe er farin út við skaða, og í hansara stað er komin Hilmar Leon Jakobsen. Tað stendur tó ikki væl til við føroyska verjuspælinum beint nú, tí Ísrael hevur longu skorað fimm mál. Støðan er 5-3 til Ísrael. 

 

05: Við tveimum skjótálopum, har føroyingar missa bóltin í álopinum, skora ísraelar til 3-1. Helgi Hoydal minkar tó til 2-3.

 

03: Kjartan Johansen leggur Føroyar á odda, men Ísrael javnar beinanvegin til 1-1. Var høllin á Hálsi full í gjár, so er hon um at vera stúgvandi full í kvøld.

 

01: Tjóðsangirnir eru sungnir og dysturin byrjaður. Teir somu sjey, ið byrjaðu dystin ímóti Sveis, byrja aftur í kvøld. Teir eru hesir:

 

Málmaður: Niklas Simonsen

Høgri vongur: Kjartan Johansen

Høgri bakkur: Áki Egilsnes

Spælstýrari: Jónas G. Djurhuus

Vinstri bakkur: Fríði Weyhe

Vinstri vongur: Rói Berg Hansen

Strika: Helgi H. Hoydal

 

Eftir minniliga sigurin ímóti Sveis í gjár, har føroyska U21-landsliðið vann 28-24 ímóti Sveis, skulu ungu, føroysku menninir aftur í eldin. Kvøldsins mótstøðulið nú klokkan 18 er Ísrael, sum í gjár tapti sín fyrsta dyst ímóti Finnland.

 

Vinna Føroyar hendan dystin, so eru føroyingar einsamallir á odda í undankappingarbólkinum undan seinastu, avgerandi dystunum í morgin.

 

Hendan greinin verður uppdaterað so hvørt sum dysturin líður.