Danski landsliðsframherjin, Nicklas Bendtner, er kendur fyri at vera ein rættiliga umstríddur harri. Millum annað er hann fyrr blivin ákærdur fyri at gera herverk á bilar, og einaferð varð hann eisini í bókstaviligum týdningi fangaður við buksunum niðri, tá ið ein heldur óheppin mynd bleiv tikin av honum.
Nú er enn ein margháttilig søga komin fram um Bendtner. Fótbóltsuppvøksturin hjá Bendtner tók skap í FCK, har Johnnie Larsen var venjari, tá ið Bendtner sum 14 ára gamal bleiv tikin upp til U16-liðið hjá FCK.
- Meg minnist eina vetrarvenjing á sinni. Eg gav boð um, at allir leikararnir skuldu renna ein tein upp á fimm kilometrar. Altso trýstu seg sjálvar til markið og komu aftur eftir umleið 20 minuttir - undantikið Bendtner, ið ikki veruliga tímdi at trýsta seg og kom seinastur á mál. Hetta fortelur Johnnie Larsen fyri danska Ekstrablaðnum.
Tveir dagar seinni var aftur rennivenjing fyri U16-leikararnar hjá FCK.
- Eg bað allar leikararnar um at renna sama teinin, men fór at tosa við Bendtner áðrenn. Eg segði við hann, at um hann kom fyrstur á mál, so fekk hann ein franskan hotdog og eina Cola. Úrslitið bleiv, at hann kom fyrstur á mál upp á 17 minuttir, ið tá var mettíð í felagnum, fortelur Johnnie Larsen víðari.
At enda legði Johnnie Larsen afturat, at hann mintist Bendtner sum ein leikara, ið var eitt sindur betri enn allir aðrir. Sum tað tó sæst á hesari søguni, so hevur Bendtner ongantíð verið ein leikari, sum av álvara hevur trýst seg til markið og fingið sum mest burturúr sínum evnum. Av tí sama er hann endaður sum eykaáleypari í týska Woflsburg, hóast hann óivað hevði kunnað fingið nógv meira burturúr yrkisleiðini, um hann hevði rætta hugburðin til fótbóltsyrkið.