Eitt nýtt andlit var í kvøld at síggja á síðulinjuni í Premier League. Talan var um ein gamlan kenning í deildini, nevniliga fyrrverandi Liverpool og Chelsea venjaran, Rafael Benitez, sum í farnu viku tók yvir í kreppurakta Newcastle.
Fyrsta royndin hjá Benitez var ein trupul útidystur móti oddaliðnum í Premier League, Leicester.
Og Leicester vísti aftur í kvøld, at teir skulu takast í álvara. Leicester vann dystin 1-0, og liggur nú heili fimm stig á odda í deildini, nú tað bert resta 8 umfør í deildini.
Einsamalla málið í kvøld skeyt japanski Shinji Okazaki tá 25 minuttir av dystinum vóru leiktir. Hann skoraði eitt frálíka flott mál við einum saksasparkið.
Dysturin var annars rímuliga javnur, og nýggi Newcastle venjarin, Rafael Benitez, sá avgjørt glottar frá sínum liðið, sum hann kann byggja á til endaspurtin.
Í komandi umfari skal oddaliðið Leicester til London at spæla truplan útidyst móti Crystal Palace, meðan Newcastle skal møta Sunderland í eini lyklauppgerð í botninum av Premier League. Dysturin millum Newcastle og Sunderland er samstundis eisini eitt grannabrak.
Dysturin í kvøld:
Leicester – Newcastle 1-0 (1-0)
1-0 Shinji Okazaki, 25.