Benjamin á Reeperbahn Festival

Benjamin skal framføra á stórum festivali í Týsklandi

Í døgunum 25.-28. september er stóri festivalurin Reeperbahn í Týsklandi. Ímillum tey 300, ið hava framførslur av ymsum slag hesar dagarnar, er eisini føroyski Benjamin.

 

Festivalurin, sum telist millum teir størstu í Europa, fer fram á Reeperbahn gøtuni, sum er í Hamburg.

 

Benjamin fær veruliga møguleika fyri, at gera vart við seg á festivalinum. Ikki færri enn eini 2800 fjølmiðlafólk og onnur innan tónleikabransjuna frá tilsamans 35 londum verða til staðar undir festivalinum, sum er ein tann størsti av hesum slag í Týsklandi.

 

Skráin fyri festivaldagarnar kann síggjast her