Benjamin Jacobsen helst fyrsti føroyingur at fáa stuðul úr ERC

ERC er evropeiskur granskingargrunnur. ERC er stytting fyri European Research Council og er ein skipan, sum letur stuðul til granskara, ið skarar framúr á slóðbrótandi øki

Benjamin hevur fingið framúr skotsmál frá metarunum og hevur vunnið í kapping millum slakar 1200 umsóknir í bólkinum Samfelags- og hugvísindi. Tilsamans fekk ERC 3928 umsóknir til freistina í oktober 2024.

 

Granskingarráðið skrivar, at Benjamin Jacobsen er lektari í sosiologi á universitetinum í York í Stóra Bretlandi, har hann eisini vardi sína ph.d. í 2020. Umframt at starvast í York, hevur Benjamin arbeitt á universitetinum í Durham við post.doc-verkætlan, sum eisini var partur av ERC verkætlan.

 

Benjamin er 33 ára gamal og ættaður av Glyvrum. Hann er giftur við Sian, og tey eiga 2 børn, Maya 3 ár og Lena 1 ár. Í 2011 tók hann studentsprógv á Kamsbdali og flutti í 2013 til Onglands at lesa Bachelor í enskum máli og bókmentum á University of York.

 

Í ERC skipanini velur granskarin sjálvur granskingarevnið. Benjamin arbeiðir við framleiddum dátum og hevur fingið stuðul til verkætlanina SYNDATA við undirheitinum, The Ethics of Synthetic Data in the Age of Machine Learning and AI. Verkætlanin byrjar fyrst í komandi ári og tekur 5 ár.

 

SYNDATA fer at menna nýggjar hættir at skilja etisku avleiðingarnar av framleiddum dátum í nútíðar samfelagnum. Maskinlæru-algoritmur og vitlíki, so sum Gemini og GPT-4, verða í alt størri mun nýtt til at framleiða dátur, Synthetic Data, sum síðani verða brúktar til at venja aðrar algoritmufrymlar. At dátur, sum ikki kunnu savnast í veruliga heiminum, kunnu framleiðast við algoritmum, kann hava álvarsligar etiskar avleiðingar við sær. Við at viðgera átrokandi spurningarnar um skapan, umboðan og mótstøðu, fer SYNDATA at kanna, hvussu dátur verða framleiddar og hvussu hesar dátur broyta, hvussu nútímans algoritmur og vitlíki verða vird og brúkt í samfelagnum.

 

SYNDATA fer at seta 3 nýggjar granskarar í starv, 1 ph.d. og 2 post.doc. Verkætlanin fevnir millum annað um arkivarbeiði, har Benjamin og aðrir granskarar fara at kanna søguliga upprunan til framleiddar dátur. Eisini er etnografiskt arbeiði, har endamálið verður at eygleiða ymsar AI fyritøkur í Onglandi og Evropa, til tess at síggja, hvussu nýggjar dátur verða framleiddar og brúktar á ymsan hátt.

 

Í ERC er hørð kapping um árliga stuðulin. Umsóknirnar verða mettar av serfrøðingum hvør sær og saman, umframt at umsøkjarin skal til samrøðu, áðrenn stuðul verður játtaður. Í metingini verður størsti denturin lagdur á umsøkjaran. Granskarin skal við post.doc. verkætlan og útgávum hava víst í verki, at viðkomandi er búgvin at taka á seg verkætlanina og fullføra uppgávuna.

 

ERC er partur av Horizon Europe, sum føroyskir granskarar kunnu søkja stuðul úr á jøvnum føti við onnur lond, sum luttaka í evropeisku granskingarskránni.

 

ERC Starting Grant verður latið evnaríkum granskarum í byrjanini av yrkisleiðini. Granskarin skal hava gjørt framúrskarandi arbeiði, umframt at vera til reiðar at arbeiða sjálvstøðugt og virka sum leiðandi granskari

 

Les meira um ERC her