Lógin um at frítaka bensin og diesel fyri mvg, sum varð samtykt í Løgtinginum í morgun, er nú lýst. Og tí lækka prísirnir á midnátt. Tað váttar Suni Justinussen, stjóri á Magn.
Hann sigur, at tá tey gera broytingar, so verður tað dagført á midnátt. Og tá lógin er lýst í dag, so broyta tey prísin á midnátt.
Sambært dagins prísi hjá Magn, so kostar ein litur av bensini 13,33 krónur. Tá mvg'ið, sum er 2,665 kr, verður tikið av, verður prísurin 10,67 krónur.
Ein litur av diesel kostar í dag 13,86 krónur. Tá mvg'ið, sum er 2,573 kr, er tikið av, verður prísurin 11,29 krónur.
Orsøkin til, at mvg á diesel er lægri enn mvg á bensin, sjálvt um diesel er dýrari, er at tað er eitt serligt oljuavgjald á diesel upp á eina krónu, sum mvg ikki verður roknað av.
Lógin er lýst í kunngerðarblaðnum, og tí koma broytingarnar í bensin- og dieselprísinum á gildi á midnátt.
Gunnar Nielsen, stjóri á Effo, váttar, at Effo eisini lækkar prísin tilsvarandi tað, sum er mvg á bensin og diesel.
Lógarbroytingin er júst lýst í kunngerðarblaðnum:
##med2##













