Bent er føddur og uppvaksin í Vági. Foreldrini vóru, Bette, f. Nielsen, úr Vestmanna, og Palli Mortensen, vanliga nevndur Argja Palli, ættaður av Argjum.
Sum 14 ára gamal fór Bent í smiðjulæru hjá pápanum, sum hevði smiðju í Vági. Í 1953 fór hann til Danmarkar á Haslev Håndværkerhøjskole, har hann gekk veturin 1953-54. Í 1954-55 arbeiddi hann á maskinverksmiðjuni hjá Burmeister & Wain í Keypmannahavn. Í 1955-56 sigldi hann við trolara, og í 1958 tók hann maskinmeistarprógv, 1. part.
Í 1960 kom Bent aftur í starv í smiðjuni hjá pápanum, Palla Mortensen, og í 1976 yvirtók hann virkið, sum í dag kallast P/F Tangavirkið í Vági. Á virkinum arbeiða í dag 10 mans. Umframt alt vanligt maskinarbeiði hava teir millum ár og dag gjørt nógvar ketlar til oljufýringar og tangar í øllum støddum. Bent var í nógv ár nevndarlimur í Vágs Handverkmeistarafelag. Bent var giftur við Jonnu, f. Dam, úr Porkeri, sum doyði í 1972, tey fingu fimm børn. Í 1975 giftist hann uppaftur við Katu, f. Skorastein, ættað úr Leirvík, sum eigur ein son. Tey eigur 14 ommu- og abbabørn.