Sáttmálasamráðingar
?Vit eru væl nøgdur við sáttmálan tí vit hava fingið rættiliga avgerðandi mál við í sáttmálan.
Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagum heldur, at nýggi sáttmálin, sum nú er gjørdur við Reiðarafelagið um korini hjá fiskimonnum, er eitt rættiliga stórt framstig.
Sáttmálin gekk út 1. desember og síðani hava partarnir samráðst meiri og minni.
?Eg haldi, at sáttmálin, vit hava gjørt við Reiðarafelagið, vísir, at tað ber væl til at røkka semjum og at finna loysnir uttan buldur og brak, sigur Óli Jacobsen
Hann hugsar fyrst og fremst um, at tað nú hevur eydnast at fáa eina áseting um eftirløn til fiskimenn við í sáttmálan.
? Tað er eitt gjøgnumbrot fyri fiskimenn. Prinsippið um eftirløn til fiskimenn er nú gjøgnumført og hóast tað ikki fer at virka frá degi til annan, er skjøtil settur á, sigur Óli Jacobsen.
Fiskimaðurin fær eftirløn fyri hvønn dag, hann er á sjónum og skipanin kemur í gildið 1. juli í ár.
Frá tí degi skal hvør fiskimaður betala 10 krónur um dagin inn á eina eftirlønarkonto og reiðarin skal betala 15 krónur.
Frá 1. juli næsta ár og til sáttmálin gongur út 31. desember, skal hvør fiskimaður betala 20 krónur um dagin inn á eina eftirlønar konto og reiðarin betalir 27 krónur
Verður onki annað avtalað, skulu fiskimenn og reiðarar í framtíðini annars rinda hvør sína helvt av eftirlønini.
Óli Jacobsen sigur, at nú er eftir at finna semju við reiðararnar um, hvussu høgt gjaldið skal vera, men í fyrstu syftu verður tað helst 27 krónur um dagin til hvønn partin.
?Ætlanin er í hvussu so er at gera eina skipan, sum tryggjar einum fiskimanni eina veruliga eftirløn eftir eitt lívsverk á sjónum.
Hann sigur eisini, at felagið fer at arbeiða fyri at broyta lógina, so at fiskimenn ikki verða revsaðir í skatti, fara teir frá við eftirløn áðrenn teir fylla 67 ár. Eftir skipanini, sum nú er, betala fólk munandi meiri í skatti av eftirlønaruppsparing, tá ið tey taka hana út, áðrenn tey fylla 67 ár, enn tey gera, um tey bíða til eru fylt 67 ár. Og tað heldur Óli Jacobsen er órímiligt fyri fiskimenn, sum mangan verða pensjoneraðir áðrenn teir fylla 67.
Umframt hetta, eru aðrar, smærri broytingar gjørdar.
Kostar 70.000 eyka
Eisini Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum er hampiliga væl nøgdur við sáttmálan.
Hann sigur, at Afturfyri hesa eykaútreiðsluna, verður býtisprosentið hjá manningini við teimum størri rækjuskipunum lækkað
Les eisini greinarnar " Nú mugu fiskimenn út á dekkið at festa sær í" og "Kostar 65.000 krónur um árið