Tann skjóta framgongdin hjá Norðursamgonguni og hertøka hennara av høvuðsstaðnum Kabul er nakað, sum flestu afghanar fegnast um, men samstundis bera teir ótta fyri, at landsins blóðuga søga kann fara at endurtaka seg einaferð enn.
Bæði í Afghanistan og aðrastaðni bera fólk ótta fyri, at teir nógvu og á mangan hátt sera ymisku ættarbólkarnir, sum mynda Norðursamgonguna, fara at berjast um rovini, tá Kabul er tikin, og valdið skal býtast. Víst verður á, at samgongan hevur ongan leiðara, sum kann gera av, hvat gerast skal, men heldur fleiri leiðarar, sum hvør í sínum lagi vilja hava sum mest burtur úr sigrinum.
Grannalandið Pakistan, sum stuðlaði Taliban, hevur gjørt púra greitt, at landið kann á ongan hátt góðtaka, at Norðursamgongan fær valdið í Kabul. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Islamabad segði í gjár, at nú ræður um at sleppa undan einum blóðbaði í býnum og aðrastaðni í Afghanistan.
Hevndarhugur
Pakistanska stjórnin krevur, at pasjtunararnir skulu fáa ávirkan á, hvussu Afghanistan verður skipað í framtíðini. Taliban hevði sín uppruna millum pasjtunararnar, og teir fóru mangan illa við teimum ættarbólkunum, sum í dag mynda Norðursamgonguna. Ser-liga tadjikar, usbekar og hazarar fingu mangan av at vita frá Taliban, sum m. a. beindi fyri 6000 úr hesum ættarbólkunum í býnum Mazar-i-Sharif í 1998. Tað er tí greitt, at hevnarhugurin er stórur millum teir, sum í dag mynda Norðursamgonguna.
ST-hákommiserurin í mannarættindamálum, Mary Robinson, sigur, at umheimurin má bera skjótt at. Hon vísir á, at Norðursamgongan hevur heldur ikki tað besta umdømið, hvat mannarættindum viðvíkir.
Tað hevur tó vakt ans, at leiðararnir í Norðursamgonguni hava boðið ST at taka lut í arbeiðinum at finna eina politiska loysn á viðurskiftunum í Afghanistan. Flest allir vesturlendskir politikarar eru eisini á einum máli um, at ST skal hava ein týðandi lut í hesum arbeiðinum.
Boð eftir kongi
Eitt er at fáa eina skipan, annað er at finna ein leiðara, sum allir afghanar kunnu semjast um. Leiðararnir í Norðursamgonguni hava sagt, at teir vilja hava fyrrverandi kongin, Zahir Shah, at leiða eina skiftisstjórn.
Men kongurin sjálvur ivast. Úr útlegd síni í Rom hevur hann sagt, at Norðursamgongan sveik lyfti sítt, tá hon gjørdi av at senda hermenn inn í Kabul. Kongurin ber ótta fyri, at hermenninir hjá samgonguni fara at gera seg inn á fólkið í býnum.
- Vit ætlaðu ikki, at samgongan skuldi taka Kabul. Okkara ætlan er, at Kabul skal vera eitt hernaðarfrítt øki, og at ein stjórn og umsiting skulu skipast í býnum. Tað er ikki gjørt enn, og vit stúra fyri trygdini hjá fólkinum í býnum, segði talsmaður kongs í gjár.