Berføttur havnamaður úr India sýnir fram

Í Stephanssons Húsi á Kongabrúnni í Havn stákast ein maður við at hongja myndir upp hósdag seinnapart. Hann er lættkløddur í hvít, leys klæði, er berføttur, og gránaða hárið er tætt klipt. Listamaðurin og havnamaðurin Eivindur í Gongini hevur í nøkur verið í India og um ólavsøkuna sýnir hann myndir fram, ið hava íblástur haðani

Fyri 10 árum síðani, ella helst eitt sindur meira, fór Eivindur í Gongini til India, og hann hevur so at siga verið har síðani. Kendi havnamaðurin fór avstað, og helt til hjá eini familju, men maðurin í húsinum doyði, og mátti Eivindur, sum siður er har, taka sessin sum forsyrgjarin i húsinum. Júst hendan støðan lá ikki í kortunum, men Eivindur valdi at vera trúgvur mótvegis teimum, ið hann hevði havt tað gott hjá, og var komin at kenna væl.

Í dag er elsti sonurin í húsinum giftur, og Eivndur hevur tískil ikki longur pláss sum hægsti myndugleiki í familjuni, og er loystur frá hesi ábyrgd.


Hippie strondin

Tískil hevur Eivindur í dag bygt sær eini hús tætt við Baga strondina í Goa í India. Økið gjørdist kent í sekstiárunum, tá fólk frá hippiementanini leitaðu hagar, og settust niður har og settu dam á økið.

- Nakað av hesum livir enn, men í dag er tó meira talan um skapandi fólk, ið búleikast har, greiður Eivindur frá, meðan vit práta í Stephanssons Húsi, har Eivindur stríðist við at fáa framsýningina upp at hanga innan ferniseringina í dag, fríggjadag.

Eivindur hevur bygt sær eini hús í frumskóginum við strondina, og hevur einu siðuna opna, so hann sær út í skógin.

Eivindur hevur vitjað heima á nærum hvørjum summri og havt listaframsýningar í Føroyum.

- Tá eg einaferð kom aftur til húsini í Goa var alt tilgrógvið, so eg mátti fáa mær nakrar mans, ið kundu høgga veg ígjøgnum frumskógin. Men nú havi eg fingið fatur á økinum frammanfyri húsini, og fingið gjørt eina hóskandi gøtu til húsini, greiður Eivindur frá, og vísur á telefonini myndir av stovuni, ið bert kann samanberast við filmar, ið hava støðið í indiafarum fyri eini fimmti árum síðani, har teir sótu á opnum terassum við villu náttúrini beint uttanfyri, meðan ymsir lutir, so sum stólar og borð og kanska eitt útvarpstól ella líkandi, bóru boð um, at her var talan um vesturlending, ið hevði skapað sær umstøður í frumskóginum.

Listaskuli

Eivindur hevur fyri langari tíð síðani tikið indiskan hugsunnarhátt og livihátt til sín. Hann hevur listaskúla í heimi sínum, sum er í trimum hæddum, og mannagongdin er, at ein leggur pening í eina krukku ella ein kassa við hurðina, tá ein er liðugur við eitt skeið, um ein heldur at ein eigur at gjalda og hevur fingið nakað burtúr.

- Tí pening tosar ein ikki um, sigur Eivindur.

Føroyingar hava eisini verið og vitjað Eivind og listaskúlan, t.d. hava Rannvá Mortensen og Jóanes Nielsen verið og vitjað, har hon gjørdi myndir, og hann skrivaði.


Frá Skitsu til lørift

Men tað var als iki alt tað indiska, ella myndirnar úr Inda á fartelefonini, ið talan skuldi vera um her.

Eivindur hevur aftur í ár framsýning á ólavsøku í mong ár á rað, og í ár eru Stephanssons Hús á Kongabrúnni karmur um sýningina.

Myndevnini og myndirnar eru øðrvísi í ár, og ein menning er farin fram, tað er eysæð.

Eivindur greiður frá, at hann einaferð í tíðini var á skeiði hjá Jónu Rasmussen, og hann hevur fingist við grafikk síðani,og hevur roynt allar mannagongdir.

Nú er Eivindur farin í holt við tað, ið hann kallar Art Print. Hann teknar koltekningar, scannar á teldu, prentar út, veksur myndirnar, leggur meira á við koli og litkriti, og soleiðis heldur gongdin fram.

Og fram koma myndir, ið hava fleiri søgur, men sum so ella so eru ein ringrás, ein søga.

Men tað stuttliga við íblástrinum er, at íblásturin kemur frá serligum slagi av trøum, ið eru í India, ið hava nógvar greinar, ið hava ymisk snið. Hesin vavstur av greinum sæst aftur í myndunum, men nú sum menniskju, lutir og landslag og gerandislív.

Tað er gerandislív í India kring Eivind, ið hevur hugtikið, men greinar og náttúra er eisini partur av myndunum, og Eivindur dugur væl eit greiða frá myndunum, so ein sleppur væl inn í tann hugaheim, sum hvør einstøk mynd í veruleikanum er, eftir at hava verið ígjøgnum skapandi menningina við koli, kriti og teldu.

Og heitið á framsýningini í ár, Frá Skitsu til Lørift, er sera hóskandi, og døkku kollitirnir, við farra av litkriti ímillum, hóska væl í hvíttkálkaða kjallaranum á Kongabrúnni, eins og hvíttklæddi listamaðurin sjálvur.

Framsýningin hjá Eivindi er opin frá fríggjadegi klokkan, tá fernisering er klokkan 15:00. Opið er allar dagar í Stephanssons Húsi frá klokkan 14:00 og framsýningin hongur uppi til tann 3.august.