Bergfrost millum størstu goymslur

Tá útbyggingin er liðug, fer frystigoymslan hjá Bergfrost at teljast millum tær størstu í Norðurlondum.

 

Í desember 2015 keypti Bergfrost teir seinastu tunlarnar, tunnil 4 og 2 og miðgongdina til allar fimm tunlarnar frá Fuglafjarðar kommunu. Frammanundan hevur felagið keypt tunlarnar 5, 3 og 1, og eigur Bergfrost nú allar fimm tunlarnar, sum Fuglafjarðar kommuna í sínari tíð bygdi.

 

Símin Pauli Sivertsen er stjóri í Bergfrost, og hann er eisini umsitingarleiðari hjá felagnum Framherja. Hann sigur, at teir tríggir fyrru tunlarnir, 5, 3 og 1, vórðu keyptir fyri 8 miljónir krónur, og nú hevur Bergfrost keypt tunnil 4 og 2 umframt miðgongina fyri 7 miljónir krónur.

 

Stjórin vísir á, at Havsbrún hevur leigumál í tunli 4 og 2, men flytir væntandi út í juni mánaði í ár. Hesir seinastu tveir tunlarnir hava ongar frysti-instalatiónir, men eru brúktir sum goymslutunlar til vørur hjá Havsbrún.

 

- Tá Havsbrún flytir út, fara vit beinanvegin í holt við at rigga hesar báðar tunlarnar til frysting. Tað er eitt stórt arbeiði, sum skal gerast, og byrjað verður við at vaska. Hetta verður rættiligt stórvask.

 

Símun Pauli Sivertsen vísir á, at tá tunlarnir eru vaskaðir, skulu teir skrótast, sum tað verður rópt. Hugt verður eftir loftinum fyri at tryggja, at alt er í lagi. Tá alt hetta er gjørt, verða tunlarnir turkaðir og síðan málaðir hvítir innan.

 

Hann sigur, at tað er ikki fyrr enn alt hetta er gjørt, at farið verður í holt við instalatiónirnar, sum skulu verða í tunlunum og miðgongini. Maskinrúmið, sum er, verður nakað útbygt, rør skulu leggjast, og blásarar og fordamparar skulu setast upp.

 

Stjórin væntar, at øktu frystimøguleikarnar hjá Bergfrost verða klárir at taka í nýtslu einaferð í 2017. Verandi goymslukapasitetur í frystitunlunum 1, 3 og 5 liggur um 15.000 tons, og tá tunnil 2 og 4 umframt partur av miðgongini verða liðug at taka í nýtslu, fer goymslukapasiteturin at tátta í tilsamans 25.000 tons.

 

- Eg vænti, at tá goymslukapasiteturin er liðugt útbygdur, fer goymslukapasiteturin hjá Bergfrost at teljast millum størstu goymslur til fisk í Norðurlondum, sigur Símun Pauli Sivertsen, stjóri og umsitingarleiðari.