Bergur hevur ongar planir næsta sunnudag

?Ongar planir fyri næsta sunnudag? er heitið á nýggjum yrkingasavni sum Bergur Rønne Moberg hevur givið út í hesum døgum. Í savninum eru 33 yrkingar, har fitt er til av eksistensialistiskum tilfari. Savnið er býtt upp í tríggjar partar, harav yrkingin, sum hevur givið savninum heitið er at finna undir tí, ið Bergur kallar ?Eitt sindur um skip og asfalt, bygd og barndóm ? og annað?.

Skilligt er, at høvundurin býr í útlondum, tí hann í yrkingunum leingist norðureftir til heimlandið. Hann leggur tí sera stóran dent á fyrr og nú, og ikki minst á tað at vaksa upp á bygd í mun til tilveruna í størri umhvørvi.

Yrkingasavnið ?Ongar planir fyri næsta sunnudag? er løgd til rættis og prentað á Føroyaprent og kostar 130 krónur.

Permumyndina hevur Andrea Vollmer gjørt. Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út.