Bergur Poulsen heldur fram sum formaður

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði ársaðalfund mikudagin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði ársaðalfund mikudagin.

 

Á aðalfundinum vórðu Bergur Poulsen og Kristoffur Laksá afturvaldir, meðan Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic og Fróði Magnussen, stjóri á Formula, vórðu nývaldir fyri Magna Arge og Jóhonnu á Bergi, sum ikki tóku við vali.

 

Nevndin, sum eisini er mannað við Høgni Hansen, Jón Sigurðsson og Atla Gregersen, skipaði seg við Bergur Poulsen sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni.