Ongin europeiskur høvuðsstaður í stóru londunum fyri sunnan hevur havt eina so umskiftiliga støðu í søguni sum Berlin. Hesin býur, sum fyrstu ferð verður nevndur við navninum Berlin í 1243, byrjaði sum ferjustað á oydnu ongunum við ánna Spree, men fór ikki rættuliga at vaksa fyrrenn Hohenzollarnir blivu útnevndir til kurfúrstar, í greivaskapinum Brandenburg, og gjørdu Berlin til høvuðssæti sítt. Hohenzollarnir sótu við valdinum í Berlin líka fram til endan av 1. veraldarbardaga undir nøvnum sum kongaríkið Preussen og Týska keisararíkið. Eftir fyrra kríggj fingu vit so Weimarrepublikkina, og varð hon jarðløgd av nazistunum í 1933, sum sótu við valdinum í Berlin til maj 1945, tá eisini Hitler viðgekk endaliga ósigurin í 2. veraldarbardaga. Og eftir tað endaði eystari parturin av Berlin sum høvuðsstaður í DDR til 1990. Og síðani 3.okt. 1990 er Berlin so aftur vorðin endurreisti høvuðsstaður fyri samlaða Týskland, hóast býarmyndin enn er nógv merkt av sundurskiljanini hesi 45 árini millum Eystur- og Vesturberlin.
Unter den Linden
Vit bæði hava verið í Berlin áður, tá nógv hataði múrurin, enn býtti henda býin í tveir partar. Tað vanliga hjá fólki, sum vitjaðu Vesturberlin tá, var at búgva vestarumegin múrin, og so gera eitt rend eysturum (handan múrin var so óunniligt og keðiligt at vera!), og tað gjørdu vit eisini tá, men nú ongin múrur er, so høvdu vit avgjørt, at hesaferð skuldi vit búgva í gamla Eysturberlin og uppliva og síggja, hvussu har var nú – og so varð gjørt. Og fingu vit innivist á sjálvum Alexanderplatz, sum er uppkallað av keisari Wilhelm fyrsta eftir russiska zarinum Alexanduri, sum vitjaði Berlin í 1805. Og sum er partur av tí, sum týskarar í dag nevna “Mitte” í hjartanum í Berlin. Og hetta val angraðu vit á ongan hátt. Har kendist alt fyri eitt, sum hetta var sanna, gamla, hábærsliga Berlin, har vítt var til veggja og alt andaði av søguni. “Mitte” er vaknað aftur til lívs. Breiða og stolta høvuðsgøtan, “Unter den Linden” sum í áravís hevði ligið og sovið sín tornurósusvøvn, tí kommunisman deils ikki loyvdi einum frælsum og livandi mentunar- og handilslívi, og deils, tí høvuðsgøtan var kvett av um tvøran av ólukku Múrinum, hon er so sanniliga vaknað upp til nýtt lív! Og hevur aftur vunnið sína gomlu hevd, sum gøtan fram um allar aðrar í Berlin. Har yður av spennandi metunartiltøkum á sera høgum støði, og Berlin er vorðin mentunarhøvuðsstaðurin í Europa, har listafólk úr øllum heiminum seta hvørjum øðrum stevnu. Fyri at nevna okkurt, sum liggur á seinasta ½ kilometrinum, áðrenn tú kemur til vartekni hjá býnum, Brandenburger Tor, so kunnu vit nevna Deutsche Staatsoper Unter den Linden, Berliner Ensemble, Guggenheim, Humboldt universiteti o.o., umframt ein hóp av lættara slagnum av variteum, kabarettum, o.s.fr., umframt eitt ótal av matstovum, listhandlum, keypsskálum (stórsta handilshús í Europa, KaDeWe er at finna har á leiðini!) søvnum, biografum o.s.fr.Og so er eisini bíligt at handla í Berlin, ein 20 – 25% bíligari enn her heima!
Hanna við ánna Spree og dómkirkjuna
Og so dómkirkjan, sjálvandi, eisini í Mitte í Berlin, og beint yvirav henni stóð gamla kongsborgin hjá proysisku kongunum illa farin av krígsávum, og tað sum eftir var, varð javnað við jørðina, eftir at tann parturin av Berlin var vorðin høvuðsstaður í kommunistiska DDR, og kommunistiska stýrið bygdi í staðin tað sokallaða parlamentið hjá Honecker og co., “Volkskammer” nevnt, á, hvat heldur tú, kæri lesari, kongaligu grundini – og boðaði harvið frá “nýggjum” tíðum við kommunistiskum “kongi”! Men hetta “Volkskammer”, (við bara tí eina flokkinum!), fekk ein bráðan enda, tá Múrurin fall, og sama er hent við hesum nógv hataða tinghúsi, sum eisini er ruddað og javnað við jørðina – og talan er so sanniliga um at endurreisa kongsborgina á hesum prýðiliga staði fram við Spreeánni! So skifta tíðir!
Endurreisti høvuðsstaðurin
Allur miðbýurin við hesum stásiligu bygningunum, kirkjunum, søvnunum, universitetum, tjóðleikhúsunum, Ríkisdegnum, o.s.fr. eru allir sum ein, endurreistir ella endurbygdir í júst sama sniði, sum áðrenn umfatandi oyðilegginginar sum stóðust av 2.veraldarbardaga. Effektiviteturin – og pengarnir - hjá týskarunum, hann fornoktar seg ikki! Hetta økið fram við Unter den Linden er so sanniliga vert at ofra tíð uppá hjá tí søgu- og mentunaráhugaða ferðafólkinum, og tað gjørdu vit bæði so eisini, har so nógv var at síggja og uppliva á einum annars avmarkaðum øki.
Unter den Linden við Brandenburger Tor í baksýni
Ikki kunnu vit sleppa økinum uttanum Brandenburger Tor uttan at nevna Holocaust Museum. Skamt haðani frá avgjørdi týska ríkisstjórnin at leggja eitt stórt øki av mitt í býnum til minnis um jødatýniningina av europeisku jødunum. Hetta økið í hjartanum av Berlin, sum er til støddar áleið sum ein fótbóltsvøllur, er steinsett og eru betongklossar í ymsum støddum fá ½ metri til góða manshædd settir á alt øki og har kanst tú so sum vitjandi, gera eitt hugarensl, meðan tankarnir fara á víðavang um hetta ófatuliga, sum hendi hesi 12 óndu ár í týskari søgu.
Holocoust minnismerki
Undir jørð, á sama staði, kundi tú so fylgja 15 jødiskum familjum, úr øllum heraðshornum Europa, til týningarlegurnar hjá Hitler. Slík vitjan setir sjálvandi síni týðilgu spor á einhvønn vitjandi....
Á museumsoynni við kenda sjónvarpstorninum í baksýni
Og Savnsoyggin, Museumsinsel, sum týskarar nevna hana, har heili 10 søvn í heimsflokki finnast, og eru at rokna á hædd við Britisch Museum, Louvre o.s.fr.- tey eru stutt og greitt eitt must, sum einhvør ferðandi má síggja í Berlin, nú næstan er komið á mál við sera umfatandi restaureringini, av stásiligu bygningunum, bygdir í vælmaktsdøgunum hjá Bismarck og keisar Wilhelm. Og sum í 1999 komu á World Heritage listan hjá UNESCO sum varðveitingarverd hjá allari mannaættini. Eitt hugtakandi og sera áhugavert umhvørvi, sum vit dvaldu í ein heilan dag.
Mentan og handil
Í Deusche Oper eydnaðist tað okkum at sleppa at síggja Porgy and Bess hjá Gerschwin, har vit hoyrdu ódeyðiligu evergreens, sum I loves You Porgy, Summertime, I Got Plenty O`nuttin o.a. við bara littum luttakararnir, sum var æviga ynskið Gerschwin´s, hesaferð úr kendu Cape Town Operuni, sum var á vitjan í Berlin. Og alheimsfyritøkurar hava kapprunnið til nýggja metropolin í Miðeuropa fyri at vísa andlit, sjálvandi á mest ásyniligu gøtunum, so sum Sony, Mac Donald, Nike, Adidas, Mercedes, Dior o.o. Týskarar eru eisini farnir at royna seg á filmsøkinum, sum teir einaferð stóð á odda fyri í Europa, og hava seinri árini megnað at gjørt filmar, sum ganga sína sigursgongd um allan heim, eisini heima hjá okkum, sum t.d “Der Untergang” og “Good buy, Lenin”.
Tey trý sameindu londini, sum tryggjaðu frælsinum hjá Vesturberlin undir Kalda Krígnum, USA, Stóra Bretland og Frakland, hava eisini fingið serlig grundøki fram við hesi tignarligu gøtu og tætt við sjálvt Brandenburger Tor, og er hetta at rokna sum ein tøkk og framíhjárættur, sum hesi londini fingu, tí tey tryggjaðu Vesturberlin frælsi døpru árini, tá býurin var avbyrgdur frá restini av Vesturtýsklandi, og vóru vit so heppin at koma framvið júst tann dagin, tá gamli George Busch, fyrrverandi forseti, var komin til Berlin sum heiðursgestur at klippa snórin inn til nýggju amerikonsku ambassaduna – har vóru tíðiliga stórar og djúpar kenslur sum lógu ímillum, og berlinarar fagnaðu amerikumonnum, ærisherliðnum, sum har var komið, og veitslurómurin var óførur á gøtuballinum frammanfyri ambassaduni, har amerikonsku og týsku litirnir vóru allastaðni at síggja, meðan amerikanarar og týskarar hálsfevndust í einum felags gleðisrúsi, sum eisini vit lutóku í. Sovorðin bond verða ikki gloymd við tað fyrsta –hvør segði ikki, tá harðast leikaði á: ”Ich bin ein Berliner”?
(framhald næsta vikuskifti)