Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi. var í kvøld hjá Giorgio Napolitano, forseta og bað um at verða loystur úr embætinum sum stjórnarleiðari. Uttan fyri forsetaborgina vóru nógv fólk komin saman, og fólk róptu "far frá" og "halleluja".
Tann 75 ára gamli Berlusconi, sum hevur verið forsætisráðharri í 10 av teimum 17 seinastu árunum, hevði frammanundan boðað frá, at hann fór at leggja frá sær, so skjótt tjóðartingið hevði samtykt ta búskaparligu bjargingarætlanina, sum ES hevur kravt. Tað samtykti tingið í dag.
Nú Berlusconi fer frá, fær Italia ætlandi eina kreppustjórn, og roknað verður við, at fyrrverandi ES-kommiserurin Mario Monti skal standa á odda fyri henni.