Bernie Sanders tekur tað róligt eftir skurðviðgerð

– Eg haldi, at vit fara at broyta stílin eitt sindur, sigur 78 ára gamli demokraturin um valferð sína.

Demokraturin Bernie Sanders setir ferðina eitt sindur niður í valstríðnum u at gerast forsetavalevni hjá Demokraturin til valið næsta ár.

Tann 78 ára gamli Sanders varð útskrivaður av sjúkrahúsinum í Las Vegas leygardagin , eftir at skurðviðgerð, sum hann varð lagdur undir eftir ein hjartatilburð.

Hann hevur úr heimi sínum í Vermont boðað frá, at hann nú tekur tað eitt sindur róligari.

– Vit hava í nøkrum førum hildið fimm ella seks fundir um dagin og tríggjar ella fýra valfundir. Eg haldi ikki, at eg fari at halda fram á henda hátt., sigur hann.

Men Sanders leggur dent á, at hann avgjørt heldur fram við at vera aktivur í valstríðnum.

– Men eg haldi, at vit fara at broyta stílin eitt sindur, so eg havi reftirnar til at gera tað, sum eg skal gera, sigur hann.

Sambært heimasíðuni People syrgir Sanders eisini eftir eitt andlát í familjuni. Verdóttir hansara, Rainè Riggs, doyði um vikuskiftið eftir krabbasjúku. Hon gjørdist 46 ára gomul.

Sanders er elsta valevni sum stríðist um forsetaseissin til valið, sum verður í november næsta ár. Hann hevur seinastu tíðina mist eitt sindur til stríðsfelagan Elizabeth Warren.

Sanders senatorur fekk í síðstu viku staðfest ein blóðtøpp í hjartanum. Hann varð skurðviðgjørdur, áðrenn tað gjørdist verri hjá honum.

Bernie Sanders royndi eisini í 2016 at gerast forsetavalevni fyri Demokratarnar, men tapti til Hillari Clinton.

Sanders kallar seg sjálvan demokratiskan sosialist. Hann legði í valstríðnum í 2016 dent á Danmark sum eitt land, USA átti at stremba eftir. Serliga vælferðrstaturin er sambært Sanders fyrimyndarligur.

Higarti hevur fyrrverandi varafosetin Joe Biden verið trygt framman fyri hinar avbjóðararnar í flestu statum.

Biden er eini 10 prosent frammanfyri, tá tú tekur alt landið undir einu. Her stendur Biden til 30 prosent og Elizabeth Warren sløk 20 prosent, skrivaði tíðindastovan Reuters eftir at Sanders var innlagdur.

Men Warren hevur seinastu vikurnar otað seg alsamt longur fram í kanningunum. Og tað hevur fyri tað mesta gingið út yvir Sandrrs, sum á landsplani hevur 16,6 prosent av demokratisku veljarunum aftan fyri seg.