Tá endaliga úrslitið lá greitt fyri Eystur kommunu vóru tað, at síggja til seks leirvíkingar og 3 gøtufólk vald. Hetta kundi borið brá av onkrum, sum líkist eini skjótari samansjóðing, men helst er tað ikki heilt soleiðis. Heldur mann vera talan um atkvøður, ið tilvildarliga hava passa seg soleiðis.
Av teimum trimum, ið eru vald, sum búgva í Gøtu, eru tvey í eini serligari støðu. Bæði Hans Mouritz Foldbo og Hanna Jensen eru uppvaksin í Leirvík og síggja seg ofta sum leirvíkingar. Hetta hevur so við sær, at Tollakur Joensen verður einasti veruliga skurin í Eystur kommunu.
Borgarstjórarnir valdir
Bæði Fríðgerð Heinesen og Hans Mouritz Foldbo vórðu í gjár afturvald, og áhugavert er um nakar av hesum verður borgarstjóri, tí hvørgin av teimum var á Tjóðveldislistanum, sum gjørdist størsti listin við trimum kommunustýrislimum. Men sambært Fríðgerð Heinesen, taka fólk ikki tað politiska so tungt.
- Tað kann vera, at nøkur hava flutt eftir flokkinum, men nú tey flestu velja onkran ávísan persón og leggja ikki so nógv í, hvør flokkur tað er, sigur Fríðgerð Heinesen.
Helst yngst valdu
Tað kundi meira enn so hent seg, at Eystur kommuna eisini hevur yngsta kommunustýrislimin í landinum, tí bert 20 ára gamla Elin Vatnhamar Olsen, var sambært seinastu tølunum, níggjundi og seinasti limurin í stýrinum fyri Eystur kommunu.
Í Eystur kommunu var ikki langt ímillum fólkini. Í summum førum var talan bert um eina atkvøðu, sum skilti.
Erik Lervig, formaður í valnevndini, greiðir frá, at atkvøðurnar verða taldar umaftur í dag, so ongin ivi verður um fólkini.
1185 fólk vóru á vali í Eystur kommunu og 1404 hava valrætt.