Besta útgáva: A Place To Stand On - Deja Vu

A Place To Stand On hjá Deja Vu hevur verið á veg í fleiri ár, og fleiri ymiskir tónleikaframleiðarar hava verið við í skapanini av hesum verkið.

Deja Vu fekk sítt veruliga gjøgnumbrot, tá bólkurin í 2003 gjørdist nummar tvey í Prix Føroyum. Líka síðan tá hava føroyingar bíða eftir fløguni.
A Place To Stand On er skapt sum ein heild, har húsin, viðlagdi bóklingurin og tónleikurin á fløguni eru samantvinnaðir partar.
Tónleikurin er ein sveimandi og droymandi streymur av tónum, ið draga lurtaran inn í alheimin hjá bólkinum. Ljóðmyndin er eisini flott, og fløgan er næstan terapeustisk.
 
Atkvøða: Send »pla bu 1« til 1441