Besti kokkurin er kvinna

Fyri fyrstu ferð er besti kokkurin í Danmark ein kvinna. Mette Hvarre Gassner frá matstovuni Ti Trin Ned í Fredericia vann kappingina í gjárkvøldið. Tað gjørdist Mette Hvarre Gassner frá matstovuni Ti Trin Ned í Fredericia, sum vann heitið sum Ársins Kokkur 2011. Hetta var 4. Ferð, at Mette var við í kappingini.

Kappingin, sum fór fram á Bella Centrinum, varð víst beinleiðis á DR1.

Tað er Horessta og 3F, sum skipa fyri kappingini, sum í ár kann feira 20 árs jubileum.

Teir fimm finalistarnir høvdu sjey tímar at tilgera eina tríggjar rættir matskrá til átta persónar út frá rávørum, sum millum annað var kálvamørbrad, grísakjálkar, havtaskaog oystur. Kryddaríir vóru eftir egnum vali.

Tað var vinnarin av ársina kokki og vinnarin í 2003, Rasmus Kofoed, sum handaði steypið til Mette Hvarre Gassner, skrivar Politiken.