Jóannes Hansen
----
Fyri átta árum síðani róðu Eysturoyingur og Nólsoyingur 2000 metra teinin skjótari á varmakeldustevnu í Fuglafirði, enn nakar annar bátur nakrantíð hevur megnað á nakrari stevnu
Jóannes Hansen
Kappróðrarárið er í hæddini. Síðsta leygardag varð kappast á jóansøku á Tvøroyri, í morgin verður kappast á varmakeldustevnu í Fuglafirði, annan leygardag verður kappast á vestanstevnu í Sørvági, og so verður punktum sett ólavsøkuaftan á 901 metra teininum frá Argjahøvda, framvið molanum og inn undir havnarskrivstovuna í høvuðsstaðnum, tá ið síðstu skotini fara at gella fyri róðrarári, sum higartil hevur verið stak væleydnað.
Tað er so ymiskt, hvussu tað er við róðrarteinunum. Í ár er tað soleiðis, at í flestu førum ber til at kappast á bæði 1000 metrum og á longri teinum. Í Fuglafirði er eingin trupulleiki at leggja 2000 metra málið, og soleiðis er tað eisini í Sørvági, har vestanstevna verður um eina stóra viku. Onnur ár eru nógvar kappingar bara á 1000 metrum. Soleiðis verður tað næsta ár, tá ið fjarðastevna verður í Vestmanna, jóansøku í Vági og vestanstevna í Miðvági.
Bestu tíðirnar
Fína heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag hevur eina rúgvu av hagtølum um róður, vinnarar og eisini um róðrartíðir.
Sum vit so ofta áður hava nevnt, so er tað eitt sindur viðbrekið at tosa um met í føroyskum kappróðri, tí tíðirnar valdast nógv um, hvussu umstøðurnar eru at rógva. Her verður hugsað um ætt og vindmegi, streym og rák, hita og kulda og ivaleyst eisini um aðrar lutir og avbjóðingar.
Kortini er tað eingin loyna, at rógvarar og róðraráhugað ganga høgt upp í tíðirnar, og tað gera vit eisini á hesum síðum!
Áhugavert er at staðfesta, at plássið, har besta tíðin, sum nakað 10-mannafar nakrantíð hevur róð 2000 metra teinin, er í Fuglafirði. Á varmakeldustevnu fyri átta árum síðani róði Eysturoyingur teir tveir kilometrarnar skjótari, enn nakað 10-mannafar nakrantíð hevur gjørt.
Í 2005 var Eysturoyingur heilt suverenur í kappingini millum 10-mannaførini. Guli báturin við royndu manningini vann allar róðrarnar uttan á norðoyastevnu. Tá var Nólsoyingur eitt hálvt sekund fyrr á mál enn Eysturoyingur. Í FM kappingini var einki at rafla um. Eysturoryingur vann FM við 47 stigum, og Nólsoyingur var honum næstur við 33 stigum.
Á veg ímóti FM heitinum setti Eysturoyingur met á 2000 metra teininum. Tað var á varmakeldustevnu. Tíðin hjá Eysturoyingi ta ferðina var 8.42.12. Eysturoyingur vann tann dagin á Nólsoyingi, sum róði teinin í 8.44.00. Tíðin hjá Nólsoyingi í Fuglafirði fyri átta árum síðani stendur at vera næstbesta tíðin nakrantíð á 2000 metra teininum.
Higartil í ár hevur Klaksvíkingur verið øgiliga stinnur, tá sæð verður burtur frá norðoyastevnuni, tá ið Suðuroyingur basti klaksvíkingum. Søguligu tølini siga, at Klaksvíkingur eigur fjórðu bestu tíðina á 2000 metra teininum. Triði bestu tíðina eigur Vestmenningur, sum á norðoyastevnu í 1994 róði 2000 metra teinin í tíðini 8.44.14. Róðrarkøn vísa tó á, at tað er eitt sindur ivasamt við hesum, tí 2000 metra málið í Klaksvík var ongantíð fullar tveir kilometrar. Nú rógva 10-mannaførini 1500 metrar á norðoyastevnu.
Besta tíðin hjá Klaksvíkingi á 2000 metra teininum var á varmakeldu fyri fýra árum síðani. Tá var vinnaratíðin 8.48.01. Ta ferðina var talan um øgiliga kapping millum Eysturoying og Klaksvíking. Tíðin hjá Eysturoyingi var 8.48.09 ella bara 8/25 av einum sekundi lakari enn tíðin hjá klaksvíkingum.
Vinnararnir
Mest sannførandi bátarnir higartil í ár hava verið kvinnubátarnir: Jarnbardur í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum og Erla Kongsdóttir í kappingini við 5-mannaførum við gentum hava verið so sannførandi, at tað ikki ber til at ímynda sær, at nakar annar bátur skal hótta hesar bátarnar í nakrari kapping.
Havfrúgvin úr Vestmanna hevur eisini vunnið allar róðrarnar í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Men tær úr Vestmanna hava spælt við eld tvær ferðir. Í Hvalvík var tað um reppið, at Falkurin úr Hósvík tók Havfrúnna, og á Tvøroyri var tað um reppið, at Teistin av Argjum vann, hóast starturin hjá teimum av Argjum var alt annað enn góður.
Argjabáturin er stórfavorittur at vinna í kappingini millum 8-mannaførini, og Drekin er favorittur at vinna í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum. Í hesi kappingini var Fípan Fagra væl við í startspurtinum á jóansøku. So smokkaði Fípan heilt burtur og endaði á fimta plássi. Síðani er orsøkin vorðin kend til gongdina hjá dreingjunum í Klaksvík. Tað var so óheppið hjá teimum, at nøglin leyp úr!
Størsta kappingin er millum 6-mannaførini við monnum. Higartil hava Sølmundur og Jarnbardur vunnið hvør sínar tvær ferðir. Gongurólvur hevur verið væl við, og aðrir bátar hava í startspurtinum og miðróðrinum víst, at tað kanska kann roknast við teimum seinni í summar.