Beta Files tiltakið verður í dag

Tað er í dag klokkan 14, at tiltak verður í Løkshøll í Runavík í samband við, at Runavíkar kommuna yvirtekur skjalasavnið hjá Beta-bátunum.

Tað er í dag klokkan 14, at tiltak verður í Løkshøll í Runavík í samband við, at Runavíkar kommuna yvirtekur skjalasavnið hjá Beta-bátunum.

 

Ymiskt verður á skránni, og eitt nú fara Ragnar S. Olsen, formaður fyri grunnin og Magnus Rasmussen, borgarstjóri, at siga nøkur orð.

 

Olaf Olsen, stjóri í Beta Files, fer at greiða frá skjalasavninum
, og umboð fyri Runavíkar kommunu og Beta Files fara at skriva undir yvirtøkuskjal.

 


Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu, fer at hugleiða um, hvussu savnið kann brúkast, og Petur Steingrund, fiskifrøðingur, fer eisini at hugleiða.

 

Svend Højgaard, bókavørður við Løkin fer at siga nøkur orð, og 
Ólavur Samuelsen, skipari, fer at hugleiða um tíðina við Beta-bátunum.

 



Sjálvt savnið fevnir um 3.000 ringbind av skjølum, ið snúgva seg um allar tættir av virksemi hjá reiðaríinum Beta í eitt 30-ára tíðarskeið.

 

Sambært granskarum er savnið einastandandi og kann brúkast innan nógvar ymiskar vísindagreinir.

 

Á viðheftu mynd er Ólavur Samuelsen, skipari í miðjuni. Hinir báðir á myndini - Ivan Holm (v.m.) og Jack Thomsen - sigldu eisini í fleiri ár við Beta-bátum.