NSÍ hevði ongar trupulleikar at elta B71, sum í dag var eitt sindur afturhaldandi.
Tað gekk heldur ikki leingi, áðrenn hol kom á hjá heimaliðnum. Andy Olsen lyfta bóltin hegnisliga upp um ein sakleysan B71-málverja, og so var heimaliðið á odda 1-0. NSÍ var spælstýrandi restina av fyrra hálvleiki, men fleiri mál komu tó ikki.
Í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram, bara hesuferð fekk NSÍ tvey mál. Fyrst var tað Anderson Castillo uppá brotsspark, sum hann sjálvur hevði vunnið sær. Stutt fyri leiklok økti ungi Øssur Dalbúð til endaliga úrslitið, 3-0 til NSÍ.
Við teimum trimum stigunum lyftir NSÍ seg nú upp á eitt deilt 2. pláss við B36, bert eit stig aftanfyri EB/Streym. Hjá B71 miseydnaðist royndin at binda seg fastan við miðpartin av Formuladeildini, og liggja teir nú á 8. plássi saman við KÍ.