Betri eftirlit tá bøndur spræna tøð í hagan

Antin má forboð setast, ella má tað verða eitt krav, at tøðini verða blandað

 

Tað eigur at vera størri eftirlit við, hvussu bøndur spræna tøð í hagan fyri at tæða.

 

Tað hevur Umhvørvisstovan ført fram fyri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum.

 

Bjørt Samuelsen tingkvinna, hevur spurt landsstýriskvinnuna, hvussu eftirlitið er við bøndrum, sum spræna tøð í hagan.

 

Hon sigur, at onkur hevur ført fram, at tá ið bøndur spræna tøð í hagan, líkist tað mangan meiri eini roynd at sleppa av við burturkast fyri einki, enn tað líkist eini roynd at fáa meiri gras.

 

Sirið Stenberg sigur, at tað eru kommunurnar, sum skulu góðkenna taðingarætlanir hjá bøndunum og sum skulu hava eftirlit við, at lógir og reglur verða hildnar.

 

Tað eru nevniliga reglur fyri, hvussu taðast skal, hvar tað ikki er loyvt at tæða og og nær tað ikki er loyvt at taða. Eitt nú er ikki loyvt at tæða í frosti ella kava.

 

Hinvegin er tað Umhvørvisstovan, sum hevur heimild til heilt at seta forboð fyri at tæð á fuglabølum, lyngheiðum, og øðrum serliga viðkvomum náttúruøkjum.

Men higartil hevur Umhvørvisstovan einki slíkt forboð sett.

 

Tó hevur Umhvørvisstovan ført fram fyri landsstýriskvinnuni, at antin skal forboð setast fyri at taða í haganum við tøðum, ella skulu serligar reglur verða gjørdar fyri hesum, eitt nú at seta mark fyri, hvussu stórar nøgdir kunnu sprænast í hagan, og at tøðini skulu blandast við onnur tøð.

 

Annars sigur Sirið Stenberg, at hon fer at taka spurningin upp við kommunurnar og Umhvøvisstovuna fyri at vita um tað er neyðugt at broyta reglurnar, ella um tað er neyðugt at herða eftirlitið.