Danska greiningarfyritøkan BankResearch hevur saman við vinnulívsblaðnum Børsen gjørt eina váðameting av 64 peningastovnum í kongaríkinum.
Sambært greiningini er Betri Banki tryggasti peningastovunurin í ríkinum. Í 2015 var Betri Banki – tá Eik Banki – nummar 45 á listanum, men eftir stuttari tíð hevur bankin ment og styrkt seg so nógv, at hann nú er ovastur á listanum.
- Hart og erligt bankaarbeiði hevur lyft Betri Banka upp til at verða landsins sterkasti banki saman við Borbjerg Sparekasse, skrivar Børsen í umrøðu av greiningini.
Betri Banki fegnast um nýggju greiningina.
- Úrslitið vísir, at tað hevur verið rætt hjá okkum at hugsavna okkum um kjarnuvirksemið í bankanum og miðvíst seta kundan í miðdepilin. Vit hava í dag ein sera tryggan og góðan banka, sum allir føroyingar kunnu vera ernir av og sum kundin kann kenna seg tryggan í, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Betri Banka.
BankNordik er nummar 22, Norðoya Sparikassi nummar, Norðoyar Sparikassi nummar 48 og Suðuroyar Sparikassi nummar 61 av teimum 64 peningastovnunum á listanum.