Nú skal tað verða lættari hjá teimum heimleysu, sum búgva á Herberginum í Havn, at fáa hjálp og ráðgeving.
Tað er endamálið við einum nýggjum samstarvi ímillum Herbergið og Almannaverkið.
Samstarvið ber í sær, at tað skal verða lættari hjá teimum, sum búgva á Herberginum, at fáa sosiala ráðgeving um viðurskifti í almannalóggávuni.
Í hesum sambandið skal ein ráðgevari frá Almannaverkinum vera á Herberginum tveir tímar, aðru hvørja viku.
- Endamálið er, at borgarar, sum búgva á Herberginum, skulu fáa eitt gott heildartilboð um hjálp og ráðgeving, á sama staði, sigur Almannaverkið.
- Sosialpolitikkur snýr seg um at bøta og fyribyrgja sosialum trupulleikum, og ætlanin við tilboðnum, er, at tað verður lættari hjá borgaranum at koma til eina samrøðu við ein ráðgevara hjá Almannaverkinum, sigur Almannaverkið. |