Tá ið Vágs Býráð hevði fund mikukvøldið, var fyrsta málið at avgreiða at bjóða Eileen Sandá vælkomnari í býráðið.
Hon hevur nevniliga tikið sætið í Vágs Býráð og tað er samstundis greitt, at hon verður verandi býráðslimur í minst trý ár.
Hetta hendir eftir at Arnbjørn Fagraklett, sum varð einasti valdi býráðslimur á lista A, hevur biðið um farloyvi fram til síðst juli 2012, tí hann er fluttur til Danmarkar.
Næsta valevni á listanum, sum er ein uttanflokkalisti, var Eileen Sandá, sum sostatt hevur tikið sætið í býráðnum.
Á sumri 2012 er bara eru bara fimm mánaðir eftir til kommunuval verður aftur og tað er ein spurningur um Arnbjørn Fagraklett kann taka sæti í býráðnum tá.
Hetta er ein spurningur, sum Vágs Býráð hevur biðið innlendismálaráðið kannað.
Eileen Sandá er ferðavinnusamskipari í Suðuroy.
Nú eru fýra av teimum nýggju býráðslimum í Vági konufólk og so góð hevur javnstøðan ongantíð áður verið í býráðnum.