Hetta hevur verið eitt sera væl umtókt ferðamál hjá føroyingum eins væl og útlendingum, sum her hava kunnað frøtt seg um tey vøkru fuglabjørgini norðanvert Vestmanna.
Tað eru tvey feløg í bygdini sum hava tikið sær av hesum flutningi, og hjá teimum er eisini týdningarmikið at umstøðurnar hjá teim ferðandi eru av teimum bestu.
Bæði feløgini ? Skúvadal og Sea Service ? hava tí havt ætlanir um at betra um umstøðurnar. Tey hava tí sett fram uppskot um ymiskar ætlanir hesum viðvíkjandi til kommununa at taka støðu til.
Á fundi í bygdarráðnum herfyri varð samtykt, at geva feløgum betri umstøður at virka undir, kortini við ávísum treytum.
Treytir
"Sea Service" hevur ætlanir um at fáa teir tríggjar bátarnar hjá felagnum lagdar uttanfyri havnarskrivstovuna, eins og ein ætlar at reka ferðavinnuvirksemi á hesum staði.
Felagið eigur í løtuni bátarnar Silju og Fríðgerð, men letur í løtuni byggja ein nýggjan bát til flutning av ferðafólkum.
Á fundinum í bygdarráðnum varð samtykt at ganga umsóknini frá felagnum á møti. Kortini skuldi felagið lúka ymiskar treytir.
Tá hetta uppskotið var til viðgerðar í bygdarráðnum varð tað samtykt við seks atkvøðum fyri og einari ímóti.
Fólkini aftanfyri Skúvadal hava eisini ætlanir um at betra um umstøðurnar hjá ferðavinnuni í Vestmanna.
Felagið hevur lagt uppskot fyri bygdarráðið um loyvi at leggja eina bátabrúgv uttanfyri bátahylin, við tað økið har ein ferðavinnubygningur í løtuni stendur í gerð.
Eins og í hinum felagnum er henda loysnin bert ein fyribils loysn, sum verður galdandi hetta árið út.
Hetta uppskotið varð einmælt samtykt.